Ongi úrslit

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

Áki Bertholdsen
10. juli kl. 11:00

Tann 1. juni búðu 55.409 fólk í Føroyum. Hesar seinastu 12 mánaðirnar er fólkatalið vaksið 647 fólk, ella 1,2 prosent.

Sostatt var vøksturin meir enn dupult so stórur sum hann var frá 1. juni í 2024 til 1. juni í fjør.

Orsøkin til vøksturin er serliga tann, at nógv fleiri fólk eru flutt til Føroyar enn tað eru flutt av landinum. Tað merkir, at fólkatalið, sum fór upp um 55.000 í februar, heldur fram at vaksa og er longu farið upp um 55.400 fólk.

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi upp á 185 fólk og einari nettoflyting upp á 462 fólk. Tilsamans gevur tað ein fólkavøkstur upp á 647 fólk, sum er nógv tað mesta hesi seinastu árini.

Hesar seinastu 12 mánaðirnar var burðaravlopið 28 børn størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd.

Tað eru 22 fleiri børn fødd hesar seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd. 

Stór broyting var í nettoflytingini, sum vaks úr 89 fólkum í tíðarskeiðnum frá 1. juni í 2024 til 1. juni í fjør, upp í 462 fólk hetta seinasta árið.

Sum talvan vísir, vaks tilflytingin samstundis sum fráflytingin minkaði.

Men tølini hjá Hagstovuni vísa eisini, at tey, sum flyta til Føroyar, eru, fyri ein stóran part, ikki føroyingar, sum flyta heim, men útlendingar, sum flyta til Føroya.

Tað merkir, at nú búgva gott og væl 3.000 útlendingar í Føroyum, og tað er næstan dupult so nógv sum fyri fimm árum síðani.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

Í gjár kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07