Ongi úrslit

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

Brian Johannesen
7 tímar síðan

Ein heldur óvanligur og forvitnisligur lutur varð funnin í fjøruni á Jan Mayen fyrr í ár. Tað var ein gamal sparigrísur, sum ber merkingina Føroya Banki og árið 1969.

Sparigrísurin er formaður sum ein lundi og er gjørdur úr gráum tilfari. Hann er merktur av tíðini, og bæði slit og skaðar síggjast á honum. Men á botninum sæst enn týðiliga merkingin Føroya Banki, og árið 1969 kann eisini lesast.

Tað ger funnið serliga áhugavert. Hvussu ein sparigrísur frá Føroya Banka, sum er frá 1969, er endaður í fjøruni á Jan Mayen meira enn hálva øld seinni, er ikki greitt.

Kanska hevur hann einaferð verið brúktur av einum føroyskum barni. Kanska hevur hann verið við einum skipi, mistur á sjónum ella á annan hátt endaður í havinum. Síðani kann hann hava rikið við streymunum og at enda verið skolaður upp í fjøruni á Jan Mayen.

Í 1960-unum vóru sparigrísar ein vanligur partur av barnaárunum hjá nógvum. Bankarnir góvu børnunum sparigrísar fyri at eggja teimum til at leggja pengar til síðis og læra seg góðar sparivanar. Ein sparigrísur við merkingini Føroya Banki frá 1969 er tí eisini eitt lítið petti av føroyskari bankasøgu.

Nú, 57 ár seinni, er hesin sami sparigrísurin funnin í fjøruni á Jan Mayen.

Tað hevði verið áhugavert at vita, um onkur føroyingur kennir hendan sparigrísin aftur, ella um onkur veit, nær Føroya Banki lat hesar sparigrísarnar til børn, og hvussu nógv av hesum slagnum vórðu framleiddir.

Kanska er tað eisini onkur, sum hevur eina søgu um ein slíkan sparigrís frá sínum barnaárum.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

Í gjár kl. 23:20

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Løgreglan tók sjey prutl í einum

Í gjár kl. 09:22

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki: Viðmerking til borgarstjóran

18. august kl. 08:52

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

7 tímar síðan

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18