Ongi úrslit

Løgreglan tók sjey prutl í einum høggi

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Eisini í Runavík, og har um vegir, hava tey havt trupulleikar av ungum dreingjum, sum koyra runt á prutli um næturnar so at fólk ikki fáa náttarfrið.

Tað hendir aftur í nátt og løgreglan fór á staðið at kanna málið.

Tá ið løgreglan nærkast plaga prutlini at vera skjót avstað, men hesa ferð var eydnan við løgregluni tí tað eydnaðist teimum at fáa fatur á ikki gærri enn sjey prutlum.

Løgreglan sigur, at onkur prutl koyrdi seg føst við eina forðing, men tað varð eisini tosað við stórum stavum og tað fekk dreingirnar á prutli at gevast. Onkur rýmdi av staðnum, men komu aftur til løgregluna.

Løgreglan sigur, at øll prutlini eru tikin og nú skal so kannast um tey eru í lógligum standi ella ikki. Eru tey ikki tað, verða nummarplátan tikin og eigararnir fáa ikkipátuna aftur fyrr enn prutli hevur verið til sýn á Akstovuni og tað er staðfest, at tey eru lóglig.

Mest lisið hesa vikuna

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Myndir-Sjómannadagurin 2026

15 tímar síðan

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Løgreglan tók sjey prutl í einum høggi

5 tímar síðan

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki: Viðmerking til borgarstjóran

18. august kl. 08:52

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

Í gjár kl. 09:18