Ongi úrslit

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki: Viðmerking til borgarstjóran

Brandur í Dali, formaður í Ríðisambandi Føroya
3 tímar síðan

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikkÍ tíðindasendinfini hjá ÚF sunnudagin kl 18, var samrøða við borgarstjóran í Tórshavnar Kommunu (TK), Elsu Berg.

Borgarstjórin kom væl frá samrøðuni og segði nógv rætt, nógv skilagott.

Men hóast orðini eru góð og føgur, so er niðurstøðan tíanverri enn tann sama.

Ein fjallasúkklubreyt, ið Sersambandið fyri Súkkling og Triatlon (SST), skal gera til Oyggjaleikir, er meira umráðandi, enn trygdin hjá reiðfólkum, ið hava verið í økinum í eitt mannaminni.

Eisini er breytin meira umráðandi enn atlit til náttúru. Bæði Yvirfriðingarnevndin og nú eisini Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag, mæla til, at aðrar leiðir verða kannaðar, heldur enn at byggja í skundi við Vesturvarða.

Kann leggja afturat, at Sersambandið fyri Súkkling og Triatlon er eitt landsfelag við 78 limum.

Hetta eru seinastu atkomuligu limatølini frá 2024, sambært hesum hevur felagið í Havn 25 limir.

Tað, sum eg kundi hugsa mær at viðmerkt, er tað at borgarstjórin nevnir, at feløgini eru hoyrd og atlit verður tikið til hoyringssvarið, har eri eg ikki heilt samdur.

Vit hava verið á trimum fundum við umsiting hjá TK, mentamálanevndina hjá TK og SST.

Á øllum fundunum hava vit greitt sagt, at ross og súkklur hoyra ikki saman og at vit frámæla ætlani.

Á fyrsta fundinum fingu vit at vita – hetta stendur eisini í fundarfrágreiðingini – at um vit ikki kundu koma til sættis um staðseting við Vesturvarða, so skuldi fjallasúkklubreytin flytast.

TK spurdi so, um SST kundi royna at gera eina nýggja tekning at leggja fram á einum komandi fundi. Hvat hendan tekningin skuldi umfata, kom ikki fram.

Hetta var ein góður fundur og vit kendu á okkum, at málið var í góðum hondum.

Til næsta fundin var okkurt broytt. Beinanvegin fundurin byrjaði, fekk eg fatan av at okkurt skifti var farið fram. Tað vísti seg eisini at vera rætt. Hetta var ikki ein fundur, har vit vórðu hoyrd, og nú vóru øll okkara mótmæli til fánýtis. Vit skiltu, at nú var støða tikin í samgonguni og fjallasúkklubreytin skuldi gerast við Vesturvarða.

Á býráðsfundinum í februar varð eisini samtykt, at Tórshavnar kommuna skal rinda 2 milliónir til eina fjallasúkklubreyt til Sersambandið fyri Súkkling og Triatlon.

Samlaða verkætlanin var upprunaliga mett til beint undir 10 milliónir, so helst kemur okkurt afturat seinni, sum skattaborgarin í Havn skal rinda fyri.

Seinasti fundurin var tann, ið endaði í miðlunum, orsakað av tí, at okkara umboð komu til læstar dyr.

Á hesum fundinum var undirritaði vegna ferðing ikki við, men sum eg havi skilt á okkara umboðum, so var hetta reint proforma. Tey vóru frá byrjan sett í verjustøðu og høvdu beinavegin ta greiðu fatan, at her var einki at gera.

– Støðan var tikin og allar atfinningar vóru til fánýtis.

Skal viðmerkjast, at vit á øllum fundunum løgdu dent á, at vit meta ikki, at reiðfólk eiga økið við Vesturvarða. Men vit søgdu greitt, at ross hava ferðast har í eitt mannaminni, og um TK lovar súkklunum inn, so noyðast rossini av trygdarávum helst út.

Vit hava eisini greitt víst á, at skelting og fjarstøða millum ross og súkklur kann hjálpa, men at tað ikki er loysnin.

Hóast hetta, so sigur borgarstjórin, at vit eru hoyrd, og at tey hava lurtað eftir okkara atfinningum.

Orðabókin hevur eitt føroyskt orð fyri tað ið danir kallað skueproces, also at ósek fólk verða dømd uttan veruliga at hava ein møguleika at verja seg. Sprotin kallar tað Sýnisrættargangur

Nú er hetta ikki eitt rættarmál, og her er eingin sekur ella ósekur, men nýtt føroyskt orð kundi kanska verið sýnishoyring – Soleiðis kendist tað í øllum førum hjá okkum.

Vil enda hetta við einum broti, sum ein ung reiðkvinna, Anna Sára Leifsdóttir Skaalum, hevur skrivað:

“Tað er lætt at taka støðu til nakað, man ikki kennir. Men tað torførasta er at steðga á og lurta.

Summi ting kunnu ikki forklárast við orðum, tey mugu upplivast fyri at skiljast.

Onkuntíð ert tú klókari, um tú velur at lurta heldur enn at uppliva.

Tá vandi er á ferð, er tað okkara ábyrgd at siga frá. Í hesum føri hava vit ta betri vitanina, tí vit skilja, tí vit hava upplivað. Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki.”

Brandur í Dali,
formaður í Ríðisambandi Føroya

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

Í gjár kl. 08:55

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39