Ongi úrslit

Álvarsom hending í Fuglafirði

Jóhanna Højgaard
11. august kl. 22:36

Nógv virksemi hevur verið í Fuglafirði seinnapartin og alt kvøld, har fleiri politibilar, sjúkrabilar og sløkkiliðsbilar hava verið til staðar við eini sethús.

Ein hending hevur verið har, sum løgreglan ikki vil tosa um enn. 

Sambært upplýsingum, sum in.fo hevur fingið, tóku eisini vápnaði løgreglufólk lut. Harumframt hevur løgreglan brúkt dronu í fleiri tímar í økinum.

Føroya Politi váttar í kvøld, at ein hending hevur verið í Fuglafirði, men vil í løtuni ikki upplýsa, hvat talan er um.

Løgreglan boðaði eisini frá, at teir ikki koma við fleiri upplýsingum í kvøld, men at tey hava ein talsmann, sum væntandi vendur sær til miðlarnar í morgin, um okkurt verður at bera fram um málið.

Hóast ferðslan nú aftur koyrir sum vanligt í økinum, tykist løgreglan framvegis taka støðuna í stórum álvara.

Fleiri løgreglufólk eru enn á staðnum og hava eftirlit við húsinum, har hendingin fór fram.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

16 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06