Ongi úrslit

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

Hermann Samuelsen er so tvørur, at hann noktar at tosa annað enn føroyskt. Her er hann undir liðini á Onnu Falkenberg, fólkatingskvinnu fyri Sambandsflokkin
Áki Bertholdsen
5. august kl. 11:58

– Í Føroyum skulu vit tosa føroyskt.

Tað eru tað summir løgtingsmenn, sum halda.

Nú Løgtingið hevur umrøtt ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, hava løgtingslimir tosað nokk so nógv um støðuna hjá útlendingum í Føroyum.

Ein av teimum er Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

Í hesum sambandi rópar hann varskó tí hann heldur, at føroyska málið stendur fyri hóttafalli. Ein orsøk til tað er, at tað er alt ov nógv enskt mál at hoyra, tá ið farið verður í kioskir, á bensinstøðir, á matstovur, og aðrastaðni.

Hann sigur, at tað er neyðugt at tosa enskt tí starvsfólkini hvørki duga ella skilja føroyskt.

Hann heldur, at tað er ein alvorlig hóttan ímóti okkara føroyska máli. Tí sigur, hann, at vit skulu krevja av teimum útlendingum, sum koma higar at arbeiða, eisini læra seg føroyskt.

Ein annar tingmaður, sum hevur eina púra avgjørda støðu til hetta, er Hermann Samuelsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Og hann heldur, at í Føroyum eru vit alt ov fitt í hesum sambandi. Og tað heldur hann er undarligt.

Hann sigur, at sjálvur er hann so tvørur, at hann noktar at tosa annað enn føroyskt tá ið hann fer á matstovu. Tá ið onkur spyr hann á enskum, svarar hann aftur á føroyskum. Punktum.

– Eg nokti at tosa enskt og tað haldi eg, at vit eiga at gera, sigur hann.

Jørgen Niclasen segði, at hann vildi ynskt, at hann var líka tvørur, sum sambandsmaðurin...

Men so eru tað eisini onnur í Løgtinginum sum halda, at tey ungu, sum arbeiða í kioskum, matstovum og bensinstøðum, og sum bara duga enskt, eru ikki tann stóra hóttanin ímóti føroyska málinum.

Tey siga, at at teldan, teldlar, snildfonir og sosialir miðlar eru ein nógv størri hóttan ímóti málinum.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

20 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39