Ongi úrslit

Spania setur upp 500 metra langa forðing

Forðingin er samansett av flótieindum

© Reuters
Jóhanna Højgaard
2. august kl. 07:00

Spansku myndugleikarnir eru farnir undir at seta upp eina 500 metra langa flótandi forðing út fyri sponsku eksklavuna Ceuta við markið til Marokko.

Hetta hendir eftir óvanliga stóru tilgongdini av migrantum Seinastu dagarnir.

Forðingin er samansett av flótieindum og uppblásiligum lutum, sum røkka bæði oman og niðan fyri vatnskorpuna, fyri at gera tað torførari at svimja inn til Ceuta.

Samstundis er ein opningur gjørdur, so eftirlitsbátar framvegis kunnu sigla í økinum.

Myndugleikarnir siga, at forðingin skal avmarka ólógliga innferð og styrkja marknaeftirlitið við ytra markinum hjá ES

Tann brádliga stóra tilgongdin verður millum annað sett í samband við leysasøgur á sosialum miðlum, virksemi hjá menniskjasmyglarum og framhaldandi óstøðugleika í fleiri afrikanskum londum.

Menniskjarættindafelagsskapir hava kortini funnist at tiltakinum og ávara um, at tað kann noyða immigrantar út á enn vandamiklari leiðir.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

20 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39