Ongi úrslit

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

FIFA hevur lurtað eftir sjónarmiðunum hjá limunum

Jóhanna Højgaard
1. august kl. 10:46

Hørð mótstøða frá altjóða fótbóltssambondum, hevur fingið FIFA at gevast við ætlanini um at selja part av handilsligu rættindunum til HM-kappingarnar.

Ætlanin var at stovna felagið FIFA Forward Enterprise, sum skuldi umsita handilsligu rættindini til HM hjá monnum, HM hjá kvinnum og HM fyri feløg.

Síðani skuldu umleið 20 prosent av felagnum seljast til privatar íleggjarar. Virðið á felagnum var mett at vera um 20 milliardir amerikanskar dollarar.

Gianni Infantino, forseti í FIFA, segði, at ætlanin skuldi geva FIFA størri fíggjarligar møguleikar at menna fótbólt kring heimin og býta meira stuðul út til limalondini.

Men UEFA gjørdi greitt, at heimsmeistarakappingin ikki eigur at gerast ein handilsvøra hjá privatum íleggjarum. Eisini CONCACAF og AFC funnust at, at tey ikki vóru ráðførd um ætlanina, og málið skapti eisini ósemju innanhýsis í FIFA.

Sambært altjóða miðlum hevði amerikanski íleggingargrunnurin Thrive Eternal víst verkætlanini áhuga. Men eftir vaksandi trýsti hevur FIFA nú valt at gevast við ætlanini.

Gianni Infantino segði fríggjadagin, at FIFA hevði lurtað eftir sjónarmiðunum hjá limunum, og at samanhaldið í altjóða fótbólti hevur størri týdning, enn ætlanin um at selja part av rættindunum.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

21 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39