Ongi úrslit

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

Sámal Petur í Grund, tingmaður fyri Sjálvstýri, heldur, at hetta er ikki tað rætta at gera
Áki Bertholdsen
3. august kl. 11:41

Sum vit áður hava skrivað, arbeiðir samgongan við at bøta um barsilsskipanina soleiðis, at tey, sum hava góða løn, skulu kunna fáa 60.000 krónur í gjaldi um mánaðin úr barsilsskipanini. Í dag ber í mesta lagi til at fáa góðar 31.000 krónur úr barsilsskipanini.

Men Sámal Petur í Grund, tingmaður fyri Sjálvstýri, heldur, at tað manglar nakað grundleggjandi í barsilsskipanini.

Upphæddin, sum verður goldin úr barsilsskipani, verður ásett eftir, hvussu góð inntøkan var, áðrenn kvinnan varð við barn. Kvinnur við góðum inntøkum fáa høgt gjald úr barsilsskipanini, men hinvegin fáa kvinnur, sum onga inntøku hava havt, einki barsilsgjald.

– Hetta pínir meg av álvara, sigur Sámal Petur í Grund.

Hann heldur, at eitt er at seta hámark fyri, hvussu nógv, foreldur at pinkubørnum fáa úr barsilsskipanini. Men hann heldur, at tað átti eisini at verið lágmark fyri, hvussu nógv tey kunnu fáa úr skipanini.

Sostatt fæst trygd fyri, at allar kvinnur, sum verða við barn, eisini fáa gjald úr barsilsskipanini; eisini tær, sum onga inntøku høvdu, áðrenn tær áttu.

Í hesum hugsar Sámal Petur í Grund um kvinnur, sum lesa og fáa sær eina útbúgving, men tað eru eisini aðrar kvinnur.

Fáa tær eitt barn, ímeðan tær lesa, er stórur vandi fyri, at tær ikki fáa eitt oyra úr barsilsskipani, tí at tær ikki hava havt eina inntøku, áðrenn tær áttu.

– Tað kann ikki passa, at kvinnur, sum verða við barn, ímeðan tær lesa, skulu noyðast at gevast við lestrinum í eina tíð fyri at kunna tjena eina upphædd, so at tær eisini fáa gjald úr barsilsskipanini, sigur Sámal Petur í Grund.

Hann heldur, at hetta er ein heilt ótrúlig støða, serliga tá ið vit halda, at ov fá børn verða fødd, og at vit tískil fegin vilja eggja kvinnum at fáa fleiri børn.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

21 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39