Ongi úrslit

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Tað hevur verið rættiliga ófriðarligt í nátt og fleiri ferðir hevur løgreglan verið eftir fólki.

Tey hava eisini havt fýra fólk í brummuni í nátt.

Fyrst vóru tey eftir einum manni, sum leikaði í uttan fyru eitt skeinkistað í Havn. Hann var so fullur, at hann endaði brummuni og har hevur hann sovið í nátt. Hann fekk eina bót upp á 1.500 krónur fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

Seinni gjørdi ein annar maður so nógv um seg á sama skeinkistaði, at løgreglan mátti eftir honum. Men hann var so deyðadrukkin, at av trygdarávum koyrdi løgreglan hann á sjúkrahúsið so han hann kundi koma undir læknahond, heldur enn at koyra hann í brummuna.

Tvær ferðir var løgreglan á einum bústaði í Havn, tí tey ringdu at melda um ein eitt, sum gjørdi um seg. Fyrru ferðina var viðkomandi farin áðrenn løgreglan kom á staðið, men aðru ferðina var viðkomandi har, tá ið løgreglan kom so fólkið varð handtikin og sett í brummuna.

Og beint fyri midnátt kom ein patrulja hjá løgregluni fram á tveir mans sum lógu og bardist á alfaravegi.

Løgreglan sigur, at tað vísti seg, at tað vóru tveir brøður, sum vóru farnir til hendurs. Teir vórðu báðir handtiknir og settir í brummuna í nátt. Teir sluppu út afrur mitt í nátt - men ikki í senn kortini. Somuleiðis fingu teir 3.000 krónur í bót í part fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

Í Klaksvík tók løgreglan ein mann upp, sum var so deyðadrukkin, men tey fingu greiði á, hvat hann búði, so hann varð koyrdur til hús heldur enn at verða lagdur í brummuna

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

5. august kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

Nú verður bíligari hjá fólki at fáa sær ein bústað - men bara til eitt vist

3. august kl. 07:06