Ongi úrslit

Nú verður bíligari hjá fólki at fáa sær ein bústað - men bara til eitt vist

© Helst verða hesi húsini minni verd, halda bankarnir
Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Tað skal verða lættari hjá fólki at seta føtur undir egið borð. Tað er eitt høvuðsmál hjá samgonguni.

Og tað skal gerast við almennum stuðuli.

Í hesum sambandi er ætlanin at gera tað mvg frítt at byggja íbúðir og sethús - men kortini bara til eitt vist. Samstundis er ætlanin at seta ein bústaðargrunn á stovn, sum skal lata bílig lán til bústaðarbygging.

Tað vil siga, at gamli Húsalánsgrunnurin skal endurstovnast.

Við heimasíðuna hjá Fólkaflokkinum seta bæði Beinir Johannesen, løgmaður, og Aksel V- Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, tøl á, hvussu stórur almenni stuðulin til bústaðarbygging verður.

Teir greiða frá, at nú skal tað verða mvg frítt at byggja smáar íbúðir, men tað verður eisini mvg frítt at byggja sethús hóast tey eru nokk so stór.

Tey, sum byggja smáar íbúðir undir 60 fermetrar og sethús undir 160 fermetrar, skulu fáa tað mvg frítt. Men afturfyri skulu tey tey, sum sleppa at byggja mvg frítt so ikki eisini fáa rentustuðul.

Bústaðargrunnurin skal kunna lata upp til 200.000 krónur í láni til bústaðarbygging, men tað lánið verður rentufrítt og avdráttarfrítt í 10 ár.

Hesar 200.000 krónur sleppa fólk so frá at taka í lán frá bankunum við rentu.

Bæði løgmaður og landsstýrismaðurin vænta, at hetta fer at seta ferð á bústaðarbyggingina og at tað fer at gera tað munandi lættari at fáa tak yvir høvdið.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

31. juli kl. 06:00