Tað hevur verið sera nógv fólk á ársins summrfestivali - og tað hava eisini verið nógvir bilar í Klaksvík
Og løgreglan sigur, at tey hava havt stórar trupulleikar av bilum, ið eru parkeraðir so illa, at tað hevur forðað fyri aðrari ferðslu.
Eit nú stóðu bilar beint við har samarittarnir vóru, so har hevði sjúkrabilur ikki sloppið framat, skuldi tørvur verið á tí.
Aðrir bilar vóru so illa parkeraður við Vistarheimið, at hevði brúk verið fyri sjúkrabili ella sløkkiliðnum, høvdu tey ongan møguleika havt at sloppið framat.
Bilar stóðu eisini so illa parkeraðir við inn- og útgongdir, at tey sluppu ikki aftur og fram við tekniskari útgerð.
Løgreglan sigur, at sostatt hava tey búkt nógva tíð upp á at ringja til bileigarar fyri at fáa teir at flyta bilarnar.