Ongi úrslit

Japansk greining vekir kjak um COVID-19-koppsetingar

Útsagnirnar hava tó møtt mótmæli frá óheftum granskarum

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Ein japonsk greining av einum stórum dátugrunni um COVID-19-koppsetingar, hevur skapt kjak eftir útsagnir frá professaranum Yasufumi Murakami.

Sambært Murakami bendi greiningin á eitt mynstur, har fólk, sum høvdu fingið fleiri skamtar av COVID-19-koppingarevninum, tyktust doyggja fyrr, eftir at tey høvdu fingið seinastu koppsetingina.

Hann segði, at talið av deyðstilburðum millum koppsett fólk tyktist at náa hæddini umleið 90 til 120 dagar eftir koppsetingina, meðan hann ikki sá eina samsvarandi øking í bólkinum av ókoppsettum.

Murakami helt, at hetta tíðarbili eigur at verða kannað nærri.

Útsagnirnar hava tó møtt mótmæli frá óheftum granskarum og heilsuserfrøðingum.

Teir vísa á at greiningin ikki prógvar, at COVID-19-koppseting elvdi til deyðstilburðirnar, og at fleiri týðandi viðurskifti ikki vóru tikin við í metingina.

Millum annað var sambært kritikarunum ikki nóg væl tikið hædd fyri munum í aldri, undirliggjandi sjúkum og øðrum heilsuligum vandatáttum, sum kunnu hava stóra ávirkan á deyðatøl.

Teir vísa eisini á, at størri altjóða kanningar, sum hava tikið hædd fyri hesum viðurskiftunum, yvirhøvur hava staðfest, at COVID-19-koppseting minkar um vandan fyri álvarsligari sjúku og deyða av COVID-19.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

8 tímar síðan

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

31. juli kl. 06:00