Ongi úrslit

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

Áki Bertholdsen
12. august kl. 07:39

Allan seinnapartin í gjár og út á kvøldið var vælmannað løgreglulið í Fuglafirði.

Enn er løgreglan ikki til reiðar at siga nakað um málið, men tað einasta, tey siga, er, at beint eftir døgurða í gjár fingu tey fráboðan um, at ein lívleysur persónur varð funnin uttandura.

Málið er ikki liðugt kannað, so tey hava ikki fleiri viðmerkingar enn.

Men har vóru nógvir løgreglubilar umframt sjúkrabilar og sløkkiliðsbilar á staðnum, og  løgreglufólk flugu eisini við dronu í nógvar tímar yvir búðarøkinum.

Vegurin, har ið hendingin fór fram, varð eisini sperraður, og fólk, sum búðu nærindis, sluppu ikki til hús í eina góða løtu.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

16 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06