Strandferðslan leitar nú eftir einum eykaskipi til Suðuroyarsiglingina. Tað sigur Dánjal Samuelsen, stjóri á Strandferðsluni.
Tá ið ólavsøkurøðan hjá løgmanni var til umrøðu í Løgtinginum, segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum, at hann hevði biðið Strandferðsluna leita eftir einum eykaskipi at hava afturat Smyrli til Suðuroyarsiglingina.
Dánjal Samuelsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at nettupp tað hava tey verið í holt við í eina tíð nú og at hetta er eitt arbeiði tey leggja nógva orku í.
Smyril hevur nú yvir 20 ár á baki og hann er hart sigldur, tí hann siglur hvønn einasta dag í árinum. Tí er tað ikki so sjáldan, at siglingin er órógvað ymsum orsøkum, er tað ikki av tekniskum trupulleikum, er tað nógvur farmur, sum elvir til seinkingar.
Men nógv tann størsti trupulleikin, at tá ið Smyril skal í dokk til kravd eftirlit, er tað avbera ringt at finna avloysaraskip. Og tað er ikki yvir at dylja, at tey avloysaraskipini, tað hevur eydnast Strandferðsluni at fáa fatur á, hava ikki altíð verið líka væl egnað til suðuroyarsiglingina.
Tí hevur Strandferðslan í nógv ár ávarað um hendan trupulleikan og tey hava ført fram, at einasta rætta er at útvega eitt eykaskip aftur at Smyrli.
Um tvey ár skal Smyril aftur í dokk, og tá er tilmælið hjá Strandferðsluni at allir fýra høvuðsmotorarnir verða skiftir, umframt alt annað, sum skal gerast.
Verður tað sett í verk, merkir tað, at dokkingin fer at taka upp aftur longri enn vit eru von við, kanska út ímóti trimum mánaðum.
Men nú verður so roynt at finna eina varandi loysn ístaðin fyri tilvildarlig avloysaraskip, og sostatt er Strandferðslan nú farin at leita eftir einum eykaskipi.
Men Dánjal Samuelsen sigur, at tað ógvuliga trupult at finna eitt hóskandi skip, tí krøvini til at sigla í Føroyum eru rættiliga strong - tað eru bæði altjóða krøv og krøvini frá klassanum.
Tí er tað bara at kalla marknaðurin í Evropa, sum hevur áhuga, og kanska í Kanada. Í restini av verðini víkja krøvini so nógv frá krøvunum hjá okkum, at tað kann talan ikki vera um.
Men eitt ger stjórin púra greitt, at nakran Smyril fáa tey ikki fatur á.
– Smyril er serbygdur til suðuroyarsiglingina og tað finst ikki nakað skip sum hann nakra aðrastaðni, sigur hann.
Tí er avbjóðingin at finna eitt skip ið minnir mest møguligt um Smyril, men tað er ómetaliga fá til av slíkum skipum á marknaðinum yvirhøvur.
Dánjal Magnussen sigur, at tey hava fingið nøvnini á nøkrum fáum skipum, sum kunnu vera áhugaverd og í næstum fara tey at hyggja at onkrum av teimum.
Men nær tey hava eitt ítøkiligt boð upp á hvat skip talan kann vera um, hevur stjórin als einki boð upp á yvirhøvur.
Summi hava róð fram undir, at eitt slíkt skip eisini kundi siglt upp á Skotland.
Men stjórin á Strandferðsluni sigur at tey hugsa bara um at tryggja suðuroyarleiðina so hvat tað kann enda við, einaferð í framtíðini, er ringt at siga nakað um.
Hann sigur somuleiðis at tey bíða eftir eini politiskari avgerð um Suðuroyartunnilin.
Verður hann ikki gjørdur nú, so at Strandferðslan skal hava suðuroyarsiglingina í nógv meiri enn 10 -15 ár afturat, eiga tey at fara undir at fyrieika og byggja ein nýggjan Smyril beinanvegin.
– Men fyri tað verður neyðugt at hava eitt eykaskip nú, leggur Dánjal Samuelsen afturat.