Ongi úrslit

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

Áki Bertholdsen
12. august kl. 14:20

Nú Løgtingið umrøddi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, var lógin um burðardygga ferðavinnu nakað, sum fekk fitt av umtalu.

Men undir seinastu samgongu varð ein nýggj ferðavinnulóg samtykt, sum tryggjar fólki rættin til at fara út í náttúruna undir ávísum reglum.

Tað vóru samgongan og Sambandsflokkurin, sum var í andstøðu, sum gjørdi semju um málið og fingu lógina samtykta.

Men nú nýggj samgonga er skipað, hava røddir verið frammi um at broyta ta lógina aftur. Serliga er tað Fólkaflokkurin, sum vil hava lógina broytta, tí tey siga, at ognarrætturin er tikin frá bóndunum.

Tí vilja tey hava, at tað aftur skulu vera bøndurnir, sum fáa óskerdan rætt til jørðina, og tað eru teir einsamallir, sum skulu gera av, hvør skal vera á teirra jørð.

Í fylgiskjølunum til ólavsøkurøðuna hjá løgmanni stendur, at lógin um burðardygga ferðavinnu eigur at verða endurskoðað. Og tað verður eisini nevnt, at burðardygdargjaldið verður tikið av, og at bøndur skulu kunna taka gjald frá ferðafólkum.

Men nú er greitt, at hetta verður av ongum.

Fyrst staðfesti Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, at hann veit ikki um nakra avtalu í samgonguni um at rulla ferðavinnulógina aftur.

– Og lat tað vera púra greitt, at vit fara ikki at taka undir við at spola hesi tingini aftur, sigur Helgi Abrahamsen.

Seinni í viðgerðini tók Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, eisini málið upp, og hann mestsum punkteraði alt kjak um at strika lógina aftur ella at broyta hana.

Hann vísti á, at arbeiðið at broyta ferðavinnulógina hevði tikið langa tíð, og tað hevði kravt nógv av politikarunum, tí tey høvdu brúkt nógva orku uppá at finna eina semju.

Tað vórðu 26 broytingarnar gjørdar í lógini, og Fólkaflokkurin hevur tikið undir við umleið 20 av teimum, segði Erhard Joensen.

Og hann vildi bara gera Fólkaflokkinum púra greitt, at tað kemur ikki upp á tal at broyta tað aftur.

– Nú skal tað sleppa at standa sína roynd, sigur Erhard Joensen.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

16 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06