Í gjárkvøldið steðgðai løgreglan einum prutli í Vestmanna. Løgreglan sigur, at tá ið viðurskiftini vórði kannað, vísti tað seg, at førarin var bara 13 ára gamal, og sostatt tvey ár ov ungur at koyra prutlið. Ein skal nevniliga vera 15 ár fyri at fáa koyrikort, so tað hevði hesin eyðvitað ikki.
Men tá ið løgreglan kannaði prutli, vísti tað seg harafturat at tað koyrdi alt ov skjótt, tað koyrdi nevniliga 74 kilometrar um tíman, sum er meiri enn dupult so skjótt sum tað hevur loyvi at koyra, tí tað hevur bara loyvi at koyra 30.
Løgreglan sigur, at sostatt fær eigarin bót fyri at hava lánt honum prutli, hóat hann ikki hevði aldur at koyra tað, og hóast tað var ólógligt. Samstundis varð nummarplátan tikin so eigarin má á Akstovuna at sýna prutlið áðrenn hann fær plátuna aftur.
Løgreglan sigur eisini, at í Kvívík er tey væl og virðliga troytt av ungum dreingjum, sum liggja og drøna runt í bygdina á prutli og motorcross súklum um næturnar.
Tey eru bæði hálvdeyv og troytt av hesum, sum tey málbera seg við løgregluna. Løgreglan sigur, at tí er væntandi, at tey fara at fylgja við í eini roynd at steðga hesum.
Men løgreglan heldur eisini, at foreldur kundu tikið eitt prát við børnini um at hugsa um onnur - og ikki at lata børn, sum, sum eru ov ung og ikki hava koyrikort, fáa prutl - og slett ikki gera tey ólóglig.