Ongi úrslit

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Í gjár varð ein útlendingur varðhaldsforngslaður fyri handilsstuldur.

Løgreglan sigur, at hann var komin higar í arbeiðsørindum og hevur verið her í nakrar mánaðir.

Meni gjár meldaði ein handil mannin fyri at hava stolið í handlinum. Og tá ið løgreglan kannaði mannin, og bústaðin hjá honum, komu tey eisini fram á vørur úr tveimum øðrum handlum, og tað vísti seg, at hann hevði heldur ikki goldið fyri tær.

Løgreglan sigur, at talan er um handlar í Havn og í Eysturoy, og tað hann hevur stolið, eru elektronikkur og klæðir. Virðið er ikki ordiliga gjørt upp enn.

Men av tí, at hann var útlendingur, og av tí at hann hevði stolið fyri stór virði, gjørdi løgreglan av at føra hann fyri rættin við tí endamáli at fáa hann varðhaldsfongslaðan ímeðan tey kanna málið.

Eitt endamál við tí er eisini at forða fyri at hann rýmir av landinum, áðrenn málið kemur fyri rættin. Og tað tók dómarin undir við og sostatt varð hann varðhaldsfongslaður í tvær vikur.

Mest lisið hesa vikuna

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki: Viðmerking til borgarstjóran

18. august kl. 08:52

Fara at bora Kalsoyartunnil í morgin, sum ein annan dag

16. august kl. 10:32

Vandi fyri at fólk – serliga kvinnur – verða avmyndaðar uttan at vita av tí

19. august kl. 08:31