Skal tað vera loyvt at hava snildbrillur í Føroyum.
Tað er ein spurningur, Bjørt Lind, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, setir.
Og tað hevur hon nú eisini biðið Bein Johannesen, løgmann siga sína hugsan um.
Í hesum sambandi spyr hon løgmann um, hvørjar vandar hann sær nú løgmaður, nú snildbrillur gera tað møguligt at taka myndir, og at filma fólk, meir ella minni fjalt í almenninginum - uttan at tey, ið verða filmað, vita av tí.
Hon vil eisini hava at vita um verandi lóg verjir okkum nóg væl og hon spyr eisini løgmann um hann heldur, at vit eiga at fáa serliga reglur um snildbrillur, eitt nú avmarkingar, ella beinleiðis forboð fyri at brúka tær undir ávísum umstøðum.
Bjørt Lind vísir á, at smartglasses, ella snildbrillur, hava verið á marknaðinum í nøkur ár, men sølan hevur tikið dik á seg ta seinastu tíðina.
– Brillurnar kunnu brúkast til at taka myndir og video, tosa í telefon og lurta eftir tónleiki, og nýggjar útgávur kunnu eisini nýta vitlíki, vísir løgtingskvinnan á.
– Tøknin hevur nógvar møguleikar, men hon reisir eisini nýggjar spurningar um privatlív og samtykki, sigur hon.
Við eini vanligari fartelefon er ofta sjónligt, tá fólk taka eina mynd ella filmar. Men tá myndatólið hinvegin er bygt inn í brillur, sum líkjast vanligum brillum, kann tað vera torført hjá fólki at vita, um tey verða avmyndað, sigur tingkvinnan.
Bjørt Lind sigur, at hesa seinastu tíðina hava fleiri dømi verið um fólk, serliga kvinnur, sum eru tikin upp við snildbrillum uttan at vita av tí, og har tað síðani er lagt á sosialar miðlar.
Tað eru nógv dømir um, at kvinnur finna útav, at video av teimum liggur úti á internetinum uttan at tær vita, at tær eru filmaðar.
– Fleiri og fleiri felagsskapir taka nú frástøðu frá hesum brillunum, sigur Bjørt Lind.
Serliga eigur at verða hugsað um børn og ung og aðrar støður, har fólk kunnu vera serliga viðbrekin.
Hetta er kortini ikki einfalt tí snildbrillur kunnu eisini hava gagnlig endamál, eitt nú sum hjálpartól hjá blindum og sjónveikum, sum við hjálp frá vitlíki kunnu fáa upplýsingar um tað, ið er rundan um tey.
Men møguleikin at ganga runt og taka onnur upp, uttan at tey vita av tí, er ein grundleggjandi broyting, heldur hon.
– Tað kann skapa ótryggleika og gera tað truplari hjá fólki at vita, nær tey verður filmað, og hvat upptøkurnar síðani verða brúktar til.
– Tí er neyðugt at taka støðu til, um verandi reglur verja privatlívið hjá fólki nóg væl, ella um tørvur er á strangari reglum, heldur Bjørt Lind.
– Í hesum sambandi er eisini viðkomandi at spyrja, um brillur, sum gera tað møguligt at taka fólk upp uttan teirra vitan, yvirhøvur eiga at vera loyvdar, leggur hon afturat.