Ongi úrslit

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

Tað er galið við teimum stuðulsskipanum, vit hava, heldur løgtingsmaður
Áki Bertholdsen
26. august kl. 12:18

Í dag viðger Løgtingið uppskot frá Landsstýrinum um at lata útróðrarbátar í bólki 5B 750 fiskidagar afturat.

Og til tíðir var orðaskiftið bæði hart og hvast, serliga tí at fiskifrøðin, og nógv tey flestu í vinnuni, mæla frá at gera tað.

Serliga stóðu Ben Arabo og Fróði Magnussen fyri skotum. Ben Arabo var formaður í Nýskipanarnevndini, og Fróði Magnussen var formaður í Búskaparráðnum.

Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vísti á, at tá ið teir vóru formenn í ávikavist Nýskipanarnevndini og Búskaparráðnum, løgdu teir stóran dent á, at hvussu neyðugt tað var hjá politikarum at fylgja vísindini.

Men nú teir eru komnir hinumegin borðið og sita í løgtinginum, »skíta teir á vísindina«, sum Liljan Weihe málbar seg.

Ben Arabo sigur, at tey hava lurtað eftir vísindini og vinnuni, men at tey hava tikið eina avgerð, sum tey meta vera rætta og gagnliga, og tað er júst tað, tey gera. Hann vísir á, at bólkur 5B er tann veikasti og minsti í fiskivinnuni, og tey hava ov fáar dagar, og tað gera tey nakað við.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

16 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06