Heilsa og vælvera
Tv Midtvest boðar frá, at Niels Vestergaard, ein danskur maður við tíðligari Alzheimer-sjúku, er tann fyrsti sjúklingurin í Skandinavia, sum hevur fingið eina áður positiva Alzheimer-PET-skanning at vísa seg negativa eftir viðgerð við í London.
Sambært dóttrini, Lykke Kastbjerg, fekk Niels Vestergaard 10 viðgerðir yvir eitt ár, og nýggjasta PET-skanningin vísti so, síðani einki sjónligt amyloid-plakk, sum annars er eitt av eyðkenninum við sjúkuni.
Donanemab, sum verður selt undir navninum Kisunla, er eitt mótevni, sum bindur seg at amyloid-plakkinum og hjálpir immunverjuni at beina tað burtur.
Viðgerðin kann seinka gongdini av tíðligari Alzheimer-sjúku, men verður ikki roknað sum ein lekidómur.
Viðgerðin verður givin sum dropp, vanliga fjórðu hvørja viku. Sjúklingar skulu hava regluligar MR-skanningar, tí Donanemab kann elva til hovnan heila og smáar heilabløðingar.
Ein negativ amyloid PET-skanning merkir, at nøgdin av sjónligum amyloid er komin niður um eitt ásett mark.
Hetta merkir tó ikki neyðturviliga, at Alzheimer-sjúkan er heilt horvin.
Alzheimer umfatar eisini aðrar broytingar í heilanum, millum annað óvanligt tau-protein og skaða á nervakyknunum.
Viðgerin er góðkent í Evropa til ávís fólk við tíðligari Alzheimer-sjúku, men atgongdin og almenna fíggingin í Danmark er ein avbjóðingur. Tí fór Niels Vestergaard og familjan til London fyri at fáa viðgerðina, sum tey sjálvi hava goldið.
Eftir eitt ár við viðgerð einaferð um mánaðin var amyloid, sum áður sást í heilanum, sambært familjuni, ikki longur sjónligt.
Tað er ikki eitt prógv um at Alzheimer er lekt, men tað er eitt týðandi dømi um, hvussu langt nýggjar viðgerðir kunnu røkka við at beina eitt av høvuðseyðkennunum hjá Alzheimer-sjúkuni burtur.