Ongi úrslit

Aron er á veg til Skotlands

Bæði tey í umhvørvinum kring Víking og skotskir miðlar vilja vera við, at Aron Benjaminsen fer til Skotlands at spæla fótbólt

Jonhard Hammer
5 tímar síðan

Enn er tað ikki váttað, men tíðindini hava fingið bein at ganga á um Aron Benjaminsen hjá Víkingi.

Tíðindini vilja vera við, at Aron Benjaminsen nú fer til Skotlands at spæla fótbólt, og at hann fer at flyta, áðrenn flytingarvindeygað í Skotlandi letur aftur. Tað letur aftur hósdagin 3. september klokkan 17.

Bæði í umhvørvinum í Sarpugerði og í skotskum miðlum verður sagt, at Aron Benjaminsen nú fer at spæla við Heart of Midlothian F. C. (Hearts), sum er í bestu skotsku deildini.

Enn hava hvørki skotska felagið ella Víkingur váttað tíðindini, men hetta sigst at vera heilt víst, og at tað bara snýr seg um tímar og kanska fáar dagar, áðrenn tíðindini verða váttað.

Leygardagin 5. september fer Víkingur at spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið ímóti KÍ. Tað er tveir dagar eftir, at flytingarvindeygað í Skotlandi letur aftur, og tað vil so aftur siga, at um Aron fer til Skotlands at spæla, so verður hann ikki á liðnum hjá Víkingi í steypafinaluni.

Síðani 18 ára gamli Aron Benjaminsen í vár fór at spæla við Víkingi, hevur hann verið millum eyðsýndastu spælararnar í Meistaradeildini og meiri enn einaferð valdur at vera mánaðarligi spælarin. Hann hevur verið við í øllum dystunum í Meistaradeildini uttan fríggjakvøldið, tá ið tað endaði málleyst millum Víking og B36. Tá var hann leikbannaður.

Aron Benjaminsen hevur í 19 dystum skorað sjey mál og lagt upp til átta mál, veit FaroeSoccer at siga.

Víkingur fer fríggjakvøldið at spæla á heimavølli ímóti HB.

  

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

16 tímar síðan

Løgreglan tók sjey prutl í einum

Í gjár kl. 09:22

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki: Viðmerking til borgarstjóran

18. august kl. 08:52

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Vandi fyri at fólk – serliga kvinnur – verða avmyndaðar uttan at vita av tí

19. august kl. 08:31