Ongi úrslit

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

Ryanair hevur váttað, at flogfarið vendi aftur stutt eftir fráferð

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Eitt Ryanair-flogfar noyddist fríggjamorgunin at venda aftur til Thessaloniki stutt eftir fráferð, eftir at eitt vindeyga í kabinuni var brotnað og elvdi til eitt brádligt fall í trýstinum.

Flogfarið, eitt Boeing 737-800, var á veg til Memmingen í Týsklandi, tá ein harður brestur hoyrdist í kabinuni, lufttrýstið fall, og iltmaskurnar duttu niður.

Sambært altjóða miðlum sat ein 61 ára gamal serbiskur maður við vindeyga, tá rúturin brotnaði.

Hann var lutvíst sogin út, men trygdarbeltið helt hann fastan. Kona hansara fekk, saman við øðrum ferðafólkum, drigið hann inn aftur. Hann var fluttur á sjúkrahús eftir lendingina.

Flogfarið kom upp í umleið fimm kilometra hædd, áðrenn flogskipararnir lýstu neyðstøðu og vendu aftur. Flogfarið lendi trygt í Thessaloniki.

Fyribils bendir nógv á, at ein lutur úr motorinum rakti vindeygað og elvdi til skaðan. Orsøkin er tó framvegis ikki staðfest, og loftferðslumyndugleikarnir kanna nú hendingina.

Ryanair hevur váttað, at flogfarið vendi aftur stutt eftir fráferð. Felagið upplýsir, at eitt ferðafólk fekk læknahjálp, og at eitt annað flogfar seinni flutti ferðafólkini víðari til Memmingen.

Hendingin verður mett sum sera álvarsom, men sjáldsom.

Takka verið trygdarbeltinum, skjóta innsatsinum hjá manningini, og hjálpini frá hinum ferðafólkunum, fekk hendingin deyðiliga enda.

Mest lisið hesa vikuna

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30

Løgreglan avdúkar fleiri netkynsbrot móti børnum

Í gjár kl. 13:00

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47

Haaland sendi Norra í HM-fjórðingsfinaluna

5. juli kl. 23:49