Ongi úrslit

Løgreglan avdúkar fleiri netkynsbrot móti børnum

Nýggj tøkni ger tað gjørligt

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Í eini samrøðu við Kringvarp Føroya  sigur varapolitinspektørurin Heri Andreasen, at nýggj tøkni hevur gjørt tað munandi lættari hjá føroysku løgregluni at avdúka kynsbrot móti børnum á netinum.

Í ársfrágreiðingini hjá løgregluni fyri 2025 verður víst á, at kynsbrot og barnamisnýtsla eru vaksandi avbjóðingar, og at internetið og sosialir miðlar hava broytt mynstrið fyri hesi brotsverkini.

Síðani løgreglan í 2022 fekk atgongd til amerikanska National Center for Missing & Exploited Children (NCMEC), hava tey fingið umleið 1.500 fráboðanir um møgulig brot.

Umleið ein fjórðingur av teimum verða mett sum verulig mál og kannað víðari.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Í gjár kl. 15:30

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47