Tað er ikki altíð, at tað av skriðuni tá ið Landsverk stendur fyri byggiverkætlanum.
Síðani Landsverk fekk ábyrgdina av almennum verkætlanum í 2001, hevur stovnurn staðið fyri yvir 500 verkætlanum, sum tilsamans hava kostað yvir átta milliardir.
Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt landsstýrismannin, sum umsitur Landsverk, Jacob Vestergaard, hvussu støðan hevur verið við almennum verkætlanum síðani 2015 til í fjør.
Landsstýrismaðurin sigur, at síðani 2015 hevur Landsverk staðið fyri 55 verkætlanum.
Men harumframt eru 15 stórar verkætlanir, sum byrjaðu fyri 2015 og sum sostatt ikki eru við í yvirlitinum, eitt nú stórar verkætlanir sum Viðareiðistunnilin, Glasir og H-bygningurin.
Jacob vesergaard sigur, at 40 av av teimum 55 verkætlanunum, sum farið er undir síðani 2015, eru nú lidnar.
Fámjinstunnilin kostaði yvir 10 prosent meiri enn ásett, men hinar 39 verkætlanirnar hava eitt frávik, sum er minni enn fimm prosent.
Og av teimum 39 verkætlanunum vóru 20, sum vóru bíligari enn væntað, eitt nú Dalstunnilin, Miðnám á Kambsdali og Mýran, fyri at nevna nakrar av teimum stóru verkætlanunum.