Ongi úrslit

Álop á løgreglustøð í Gaza býi

Jóhanna Højgaard
1 tími síðan

Ísraelskt loftálop rakti í dag, mikudag eina løgreglustøð í Gaza býi. Sambært palestinskum heilsumyndugleikum lótu níggju fólk lív.

Sambært AP vóru átta av teimum deyðu løgreglufólk, meðan tann níggjundi var ein 13 ára gomul genta. Reuters hevur eisini staðfest, at ein av teimum deyðu, var løgreglumaður.

Ísraelski herurin sigur, at álopið var rættað móti Hamas-fólkum á løgreglustøðini. Løgreglan er partur av Hamas-stýrdu umsitingini.

Tað er tí greitt, at løgreglufólk og í minsta lagi ein sivilur persónur, ein 13 ára gomul genta, lótu lív.

Enn ikki er váttað, um nakrir av teimum deyðu eisini vóru Hamas-kríggjarar.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53