Ongi úrslit

Bødskov vil umrøða nýggj amboð at verja ytru mørkini hjá ES við

Eru longu í samrøðum á høgum stigi

Jóhanna Højgaard
12 tímar síðan

Danska stjórnin er til reiðar at kanna nýggjar møguleikar fyri at styrkja eftirlitið við ytru mørkuni hjá ES. 

Tað sigur útlendinga- og integratiónsráðharrin, Morten Bødskov, sum samstundis letur upp fyri, at ein møgulig fyribils útihýsing av einstøkum londum úr Schengen-samstarvinum, kann verða partur av samráðingunum við hini ES-londini.

Útmeldingin kemur í sambandi við kjakið um tilflyting og verjuna av ytru mørkunum hjá ES.

– Eftir tað, vit hava sæð, er tørvur á at hyggja at nýggjum amboðum, og tað er stjórnin til reiðar til.

Hetta kann eisini fevna um fyribils útihýsing av einstøkum londum úr Schengen-samstarvinum, sigur Morten Bødskov.

Tá hann verður spurdur, hvat stjórnin ítøkiliga meinar við hesum, svarar hann:

– Tað merkir, at vit fara at umrøða hetta við okkara evropeisku starvsfelagar. 

Lurtar man eftir tí, sum forsætisráðharrin áður hevur sagt, so eru vit longu í samrøðum á høgum stigi um júst henda spurningin.

Schengen-samstarvið ger tað møguligt at ferðast millum luttakandi londini, uttan fasta marknaðareftirlit við innaru mørkunum. Samstundis byggir samstarvið á, at londini í felag hava ábyrgdina av at verja ytru mørkini hjá ES.

Danska stjórnin hevur seinastu árini arbeitt fyri einum strangari evropeiskum tilflytingarpolitikki, og hevur millum annað talað fyri skjótari mannagongdum, fyri at senda fólk uttan lógligt uppihald aftur úr Evropa.

Morten Bødskov nevnir eingi ítøkilig lond, sum kunnu verða fevnd av einari møguligari útihýsing úr Schengen-samstarvinum.

Hann leggur í staðin dent á, at Danmark ynskir at umrøða ymiskar loysnir saman við hinum ES-londunum.

Ein møgulig broyting í Schengen-reglunum ella ein fyribils útihýsing av einum limalandi, krevur semju millum ES-londini og kann ikki verða avgjørd av Danmark einsamøllum.

Spurningurin um ytru mørkini hjá ES og handfaringina av tilflyting, verður væntandi framvegis eitt av høvuðsevnunum á komandi fundum millum limalondini.

Mest lisið hesa vikuna

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

49.000 fólk brustu inn í Spania

18 tímar síðan

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

23 tímar síðan