Danska bruttotjóðarúrtøkan, BTÚ, vaks 0,3 prosent frá fyrsta til annan ársfjórðing í 2026. Til samanberingar var vøksturin 1,5 prosent í fyrsta ársfjórðingi.
Heilivágsídnaðurin, sum hevði stóran týdning fyri vøksturin fyrr í ár, hevði hesa ferð ikki serligan leiklut.
Nýtslan hjá húsarhaldunum minkaði 0,3 prosent. Serliga minkaði nýtslan av drykkjuvørum og tubbakki, el og hita umframt frítíðar- og mentanartænastum.
Keypið av akførum minkaði 2,2 prosent eftir at vera vaksið 12,4 prosent í fyrsta ársfjórðingi.
Útflutningur og íløgur togaðu upp
Útflutningurin vaks 0,9 prosent, fastar bruttoíløgur vuksu 0,8 prosent, og innflutningurin vaks 1,1 prosent.
Samstundis vaks talið av fólki í arbeiði 0,2 prosent.