Uppsjóvarskipið Ango loysti av Runavík í gjáramorgun og setti kós móti Marokko. Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á Facebook.
Skipið varð selt fyri fleiri mánaðum síðan, men tað hevur tikið drúgva tíð at fáa øll loyvi og skjøl í rættlag.
– Ango hevur ligið í seks mánaðir, meðan arbeitt hevur verið við at fáa øll loyvini í lag, sigur Heri Godtfred, skipari og ein av eigarunum.
Ætla at keypa nýggjari skip
Umboð fyri marokkanska reiðaríið hugdu at fleiri føroyskum skipum í desember. Ango vakti størstan áhuga, og eigararnir góðtóku boðið.
Ango er bygt í 1999. Eigararnir keyptu skipið summarið 2022 og hava verið sera væl nøgdir við tað.
Skipið varð selt, tí boðið var gott, og eigararnir ætla nú at leggja loyvi saman og keypa sær eitt nýggjari skip.
Teinurin til Marokko er umleið 2.000 fjórðingar, og ferðin tekur um eina viku.

