Í juli vóru góð 500 fleiri fólk í arbeiðið kring landið enn fyri einum ári síðani. Tað merkir, at í juli í ár vóru 31.102 starvsfólk í Føroyum og tað er 1,7 prosent meiri enn í juli í fjør.
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni og uppgerðin váttar sostatt, at Starvsfólkatalið veksur framvegis - men hesi seinastu árini er vøksturin kortini avhæsaður eitt sindur.
Uppgerðin hjá Havstovuni vísir, at í jui í ár vóru 16.068 kvinnur á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, og tað er fleiri enn tað eru menn, tí teir vóri 15.034 í tali.
Men samanborið við sama mánað í fjør er vøksturin størri hjá monnum, sum vóru knapt 400 fleiri. Kvinnurnar vóru góðar 100 fleiri.