Ongi úrslit

Eitt herverk og eitt ferðsluóhapp av ósketni

Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Í gjár varð ringt til løgregluna úr Klaksvík at melda, at herverk var gjørt á ein bil sum stóð parkeraður á Garðavegi. Løgreglan sigur, at herverkið er hent onkuntíð ímillum leygardagin og sunnudagin, mn varð ikki meldað fyrr enn í gjár.

Løgreglan sigur, at bæði síðuspeglini eru brotin, og tey eru eisini horvin.

Tey siga, at hevur onkur lagt merki til nakað, eru tey vælkomin at siga frá.

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp uppi á Hjalla oman fyri Havnina.

Ein bilur, sum kom úr Havnini, skuldi snara inn á Hjalla, men bilførarin í bilinum, sum kom aftan fyri og skuldi framvið, helt seg ikki nóg langt til høgru so hann bar við bilin, sum skuldi inn á Hjalla.

Løgreglan sigur, at báðir bilarnir fingu skaða, men fólkaskaði var eingin.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53