El-rennihjólini aftur á Havnargøtum

Nú standa tey aftur úti á Havnargøtum, el-rennihjólini hjá Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson og Hopp Tórshavn. Øll rennihjólini eru nú gjøgnumgingin og eftirkannaði og eru nú komin út aftur at standa, eftir at myndugleikarnir høvdu tey ólógliga í varðveitslu í eina tíð

(Mynd: Sigurjón Einarsson)
Sigurjón Einarsson
20. apríl 2022 kl. 08:45

- Hvar skalt tú í dag?

Hetta stendur at lesa á Facebook-vanganum hjá Hopp Tórshavn í morgun. Og jú, nú eru el-rennihjólini hjá Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson komin út aftur á Havnargøtur at standa.

(Hetta rennihjólið stóð við Dalavegin í morgun)

Verður hugt inn á appina hjá Hopp Tórshavn, so sæst, at tað nú ber til at bóka sær eitt el-rennihjól.

(Mynd: Hopp Tórshavn)

Tað var beint eftir ólavsøku í fjør, at fyritøkan Hopp Tórshavn setti 50 el-rennihjól út til fólk at leiga. Fyritøkan var fullvís í, at rennihjólini eru lóglig í Føroyum, fyrst og fremst tí, at myndugleikarnir, Akstovan, frammanundan, í einum øðrum máli, høvdu sligið fast, at el-rennihjól ikki vera mettar at vera “pocket bikes”.

Men brádliga broytti Akstovan sína tulking, og stutt eftir, at el-rennihjólini vóru tøk í Havnargøtum, byrjaði løgreglan at leggja hald á tey. Og tá ein stutt tíð var fráliðin vórðu øll rennihjólini inndrigin.

Tað endaði við rættarmáli, har løgreglan fekk viðhald í Føroya rætti, men tá málið var fyri í Eystara landsrætti í januar í ár var niðurstøðan greið: Løgreglan hevði ikki loyvi til at leggja hald á el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn.

Rennihjólini eru nú gjøgnumgingin og eftirkannaði, tí eigarin av Hopp Tórshavn, Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson, vildi tryggja sær, at tey vóru í lagi og virkaðu sum tey skulu.

- Tey hava staðið still so leingi nú, at eg má kanna tey. Millum annað má eg tryggja mær, at battaríini virka sum tey skulu. Tey síggja út til at løða sum tey skulu, men eg vil vera vísur í, at battarítíðin heldur sum hon skal, og tí havi eg kanna tey eitt og eitt, segði Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson við Dimmalætting fyri einum mánað síðan.

Les eisini: El-rennihjólini: Løgreglan konfiskeraði av órøttum
Les eisini: Dávid vann á Goliath: Løgreglan hevði ikki loyvi til at taka rennihjólini
Les eisini: Illa arbeitt av løgregluni
Les eisini: El-rennihjólini: - Løgreglan ger bara tað sum hon skal