Ongi úrslit

Erasmus+ 2028: Løgtingskvinna vil vita, um Føroyar eru klárar

Føroyar vilja gerast partur av Erasmus+, men nú verður spurt, um fyrisitingin og útbúgvingarstovnarnir verða til reiðar í 2028.

Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Bjørg Brynhildardóttir Egholm, løgtingskvinna, vil hava greiðu á, um Føroyar verða klárar at gerast partur av Erasmus+, tá nýggja skeiðið í skipanini byrjar í 2028.

Hon hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning um fyrireikingarnar. Hon spyr millum annað, hvørji ítøkilig átøk longu eru sett í verk, hvat enn manglar, og um nóg mikið av fíggjarligari og starvsfólkaligari orku er til at fáa arbeiðið liðugt rættstundis.

Gevur møguleika at lesa og arbeiða uttanlands

Erasmus+ er stuðulsskipanin hjá ES fyri útbúgving, upplæring, ungdóm og ítrótt. Skipanin gevur fólki í øllum aldri møguleika at fara uttanlands at lesa, arbeiða og virka sum sjálvboðin. Samstundis stuðlar hon skúlum, universitetum og felagsskapum í at menna altjóða samstarv.

Fyri Føroyar kann ein atlimaskapur gera tað lættari hjá føroyskum lesandi og starvsfólki at fáa altjóða royndir. Hann kann eisini geva føroyskum útbúgvingarstovnum betri møguleikar at taka ímóti lesandi og starvsfólki úr øðrum londum.

Spyr eisini um útbúgvingarstovnarnar

Bjørg Brynhildardóttir Egholm vil eisini vita, um útbúgvingarstovnarnir undir Mentamálaráðnum eru til reiðar at taka ímóti útlendskum lesandi og starvsfólki og at senda føroysk lesandi og starvsfólk út gjøgnum Erasmus+. Um ikki, vil hon hava at vita, hvat manglar, og hvussu neyðuga fíggjarliga og starvsfólkaliga orkan verður tryggjað.

Føroyar eru í dag ikki limir í Erasmus+ og hava tí ikki somu atgongd til skipanina sum lond, ið eru knýtt at henni. Føroyar hava tó boðað ES frá, at landið ynskir at gerast partur av Erasmus+, og innleiðandi fundir hava verið.

Núverandi Erasmus+-skeið er frá 2021 til 2027, og eitt nýtt skeið byrjar í 2028. Tí vil Bjørg Brynhildardóttir Egholm hava greiðu á, um neyðugu politisku, umsitingarligu og fíggjarligu fortreytirnar kunnu fáast upp á pláss í góðari tíð.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53