Stóra migratiónin til Ceuta setur alt evropeiska samstarvið undir trýst, heldur Pia Olsen Dyhr, forkvinna í SF.
Sambært henni eru nógv teirra, sum eru komin til Ceuta, ungir menn, ið vóna at sleppa haðani víðari inn í Evropa.
– Eingin ynskir, og eingin kann liva við, at vit fáa eina nýggja støðu sum í 2015, sigur hon.
Evropa má hava tamarhald á landamørkunum
Pia Olsen Dyhr leggur dent á, at Evropa má hava tamarhald á ytru landamørkunum. Annars kunnu tilflytingartrýst, trupulleikar við integratión, parallellsamfeløg, víðgongd sjónarmið og yvirgangur skapa enn størri ótryggleika.
Sambært henni bendir nógv á, at talan er um migrantar og ikki flóttafólk. Hon undirstrikar tó, at fólk, sum hava veruligan tørv á verju, skulu fáa mál sítt viðgjørt og ta verju, tey hava rætt til.
Vil hava fólk uttan uppihaldsloyvi send aftur
Pia Olsen Dyhr ávarar samstundis um, at brotsfólk, menniskjasmuglarar og autoriterir leiðarar kunnu misnýta støðuna.
– Vit mugu ikki vera naiv. Migratión verður eisini brúkt sum amboð í hybridkrígsførslu fyri at gera Evropa óstøðugt og syndrað, sigur hon.
Danska stjórnin tekur undir við, at ES kann seta serlig tiltøk í verk í Schengen-samstarvinum. Pia Olsen Dyhr væntar eisini, at fleiri lond fara at krevja, at fólk, sum hvørki hava rætt til uppihald ella veruligan tørv á verju, verða send aftur.
– Bara soleiðis kunnu vit verja samanhaldið í Evropa og varðveita ein flóttafólkapolitikk, sum byggir á ábyrgd og humanismu, sigur hon.