Ongi úrslit

Fær stóra bót fyri ósketni

Áki Bertholdsen
9 tímar síðan

Í gjár varð Vestaravág í Havn dálkað við olju. Tað hendi tá ið eitt skip skuldi bunkra, men av ósketni fóru nakrir litrar á sjógv. Løgreglan sigur, at talan var ikki um eina stóra nøgd, men tey eru ikki liðug at meta um, hvussu nógv, talan var um.

Sløkkiliðið varð boðsent og tey løgdu sperrur út so at dálkingin ikki breiddi seg. Løgreglan sigur, at ein maður er skuldsettur fyri dálkingina, og tað verður ein dýr søga, tí bøturnar eru stórar.

Fyri at lata bara 50 litrar fara á sjógv, er bótin 25.000 krónur og fyri 500 litrar av olju er bótin 150.000 krónur. Fara 500 litrar av olju á sjógv, er bótin 250.000 krónur og er talan um 1.000 litrar av olju, er bótin 250.000 krónur.

Eru meiri enn 1.000 litrar farnir á sjógv, verður bótin samsvarandi hægri. Umframt bótina, skal dálkarin eisini rinda fyri upptakið.

Er oljudálking framd við vilja ella av grovum ósketni, kann verða talan um væl hægri bøtur ella fongsulsrevsing í upp til tvey ár. 

Tað er tann á, sum hevur ábyrgdina av bunkringini, sum fær bótina. Og tað er ein av manningini, oftast maskinmeistarin, ella skiparin, men tað kann eisini vera onkur annar á skipinum.

Mest lisið hesa vikuna

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

49.000 fólk brustu inn í Spania

Í gjár kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

Í gjár kl. 06:00

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30