Ongi úrslit

Fía Selma Nielsen setur spurnartekin við bann: Hví eru tvey trol ikki loyvd undir Føroyum?

Løgtingskvinna vil hava landsstýrismannin at greiða frá, hvat Føroyar kunnu vinna búskaparliga við at loyva fiskiskapi við tveimum trolum.

© Savnsmynd.
Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna, vil hava Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann í uttanríkis- og fiskivinnumálum, at greiða frá, hvørjar avleiðingar tað hevði havt, um føroyskum skipum varð loyvt at fiska við tveimum trolum undir Føroyum.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna, vil hava Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann í uttanríkis- og fiskivinnumálum, at greiða frá, hvørjar avleiðingar tað hevði havt, um føroyskum skipum varð loyvt at fiska við tveimum trolum undir Føroyum.

Hon spyr millum annað, hvussu nógv ein slík broyting hevði effektiviserað fiskiskapin, og hvørja búskaparliga ávirkan hon hevði havt.

Nýggir trolbátar eru longu útgjørdir

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Fía Selma Nielsen á, at endamálið við fiskidagaskipanini var, at flotin skuldi kunna fiska so effektivt sum gjørligt.

Sambært henni eru mestsum allir nýggir trolbátar útgjørdir til at fiska við tveimum trolum. Hesin møguleikin verður tó ikki nýttur undir Føroyum, tí tað ikki er loyvt at fiska við tveimum trolum á føroyskum sjóøki. Hon vísir samstundis á, at grannalondini nýta henda møguleikan.

Spyr eisini um umhvørvi og burðardygd

Fyrispurningurin snýr seg tó ikki bara um effektivitet og búskap.

Løgtingskvinnan biður eisini landsstýrismannin meta um, hvørja ávirkan fiskiskapur við tveimum trolum hevði havt á umhvørvið og fiskastovnarnar. Serliga spyr hon um møguligar avleiðingar fyri djúpvatnsfisk á ytru leið og fyri burðardygdina í fiskiskapinum.

At enda spyr Fía Selma Nielsen, um landsstýrið ætlar at gera nakað við møguleikan at loyva fiskiskapi við tveimum trolum undir Føroyum. Fyrispurningurin varð settur á Løgtingi 19. august 2026.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53