Filmshúsið hevur latið upp Filmsbókina, eitt alment yvirlit yvir føroysk filmsfólk og virki, sum arbeiða við filmsframleiðslu í Føroyum. Endamálið er at gera føroysku filmsvinnuna sjónligari og skapa ein felags pall, har førleikar og tænastur verða savnað.
Skal eisini røkka út um Føroyar
Filmsbókin er bæði á føroyskum og enskum. Hon skal gera tað lættari hjá føroyingum og útlendingum at finna filmsfólk og tænastur í Føroyum og samstundis styrkja møguleikarnar fyri altjóða samframleiðslum og førleikamenning.
Filmsfólk dagføra sjálvi
Filmsfólk stovna og dagføra sjálvi sínar upplýsingar, men Filmshúsið góðkennir innihaldið, áðrenn tað verður almannakunngjørt. Filmsbókin er onnur skipanin, sum Filmshúsið hevur ment í ár. Hin er Stroyma, har føroyskar filmsframleiðslur verða savnaðar og kunnu stroymast.