Ongi úrslit

Føroyskur DJ í Danmark á Summar Festival

Summarfestivalurin
20 tímar síðan

Hon dregur fjøldina at sær og skapar intensar tónleikaupplivingar

Hon vinnur alt meira fram sum DJ á elektroniska pallinum í Danmark, og við orkufullum og dansieggjandi ljóði ger hon alt meira vart við seg.

DJ Maria Fagranes spælir eitt litríkt bland av øsandi og melodiøsum techno, afro house og kendum popptónum. Hon dugir at skapaa eina fangandi ferð frá djúpum og pumpandi rytmum til hæddarsveimandi hittløtur.

Seinasta árið hevur Maria Fagranes spælt á fleiri tiltøkum í Keypmannahavn. Hon var við á "Untamed Jungle" hjá Kristian von Hornsleth og á "Southlab" í Poolen, umframt at hon hevur undirhildið á undirgrundklubbanum Mondule, har hon eisini verður at hoyra í sambandi við Distortion festivalin í summar. Hon hevur eisini spælt til nógv privat og almenn tiltøk og hevur framført saman við øðrum kendum DJ'um.

Maria Fagranes er kend fyri sína nærveru, hon dregur fjøldina at sær, og hon skapar eitt heilt serligt samband við áhoyrararnar. Hennara sett eru ikki bara tónleikur – tey eru ein næverandi uppliving, har tú kanst fara við rytmum og stemningi og fáa eina intensa og gevandi tónleikauppliving.

Nú fer DJ Maria Fagranes fyri fyrstu ferð at undirhalda á einum stórum tiltaki í Føroyum. Hon framførir í Tjaldinum á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

20 tímar síðan

Tórsfest - Benjamin Hav: - Eg kenni meg longu sum føroying

26. juli kl. 13:30