Ongi úrslit

G! Festivalurin: 5.000 stubbar og snúsposar endaðu í serligum rørum

Umleið 5.000 stubbar og snúsposar vórðu latnir í rørini hjá IRF á G!, og 885 serligir lummar vórðu býttir út.

© IRF.
Summarátakið hjá IRF á G! eydnaðist væl. Umleið 5.000 sigarettstubbar og snúsposar vórðu latnir í tvey serlig stubba- og snúsrør á festivaløkinum.
Edmund Jacobsen
7 tímar síðan

Summarátakið hjá IRF á G! eydnaðist væl. Umleið 5.000 sigarettstubbar og snúsposar vórðu latnir í tvey serlig stubba- og snúsrør á festivaløkinum.

Harumframt býttu Sóljurnar hjá IRF 885 lummar út til festivalgestirnar. Lummarnir vóru ætlaðir til stubbar og snúsposar, tá einki ruskílæt var í nánd.

Undan festivalinum metti IRF, at umleið 30.000 stubbar og snúsposar kundu fara at liggja eftir á økinum.

Rørini siga ikki alla søguna

IRF ásannar, at stubbar og snúsposar framvegis vóru at síggja á festivaløkinum. Felagið leggur tó dent á, at talið í rørunum ikki vísir alt úrslitið av átakinum.

– Eru teir farnir í onnur ruskíløt, er tað minst líka gott, skrivar IRF.

Endamálið var ikki bara at fylla rørini, men eisini at fáa fleiri at geva sær far um, hvar stubbar og snúsposar enda.

– Hvør stubbi, sum ikki endar í náttúruni, munar, staðfestir IRF.

Burturkast varð gjørt til litríkar búnar

Fimm Sóljur vóru tann sjónligi parturin av átakinum. Tær býttu lummarnar út og vóru í búnum, sum Unn Baldursdóttir hevði sniðgivið og framleitt úr endurnýttum tilfari.

Sóljukransarnir vóru millum annað gjørdir úr gomlum tjaldtilfari, innkeypsposum og klæðum. Endamálið var at vísa, at burðardygd kann vera bæði litrík, skapandi, stuttlig og vøkur.

Mest lisið hesa vikuna

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

49.000 fólk brustu inn í Spania

Í gjár kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

Í gjár kl. 06:00

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30