Ongi úrslit

Gásaveiða: Nú ber aftur til at søkja um loyvi

Løgtingið hevur longt serligu heimildina til gásaveiðu í fimm ár. Samstundis fevnir skipanin nú eisini um brandgæs.

© Búnaðarstovan.
Nú ber aftur til at søkja um loyvi at skjóta grágæs og brandgæs.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Nú ber aftur til at søkja um loyvi at skjóta grágæs og brandgæs.

Løgtingið hevur samtykt at leingja heimildina í § 17a í fuglaveiðulógini í fimm ár. Samstundis er skipanin víðkað, so hon nú eisini fevnir um brandgæs.

Tey, sum áður hava havt loyvi og vilja hava tað longt, skulu fylla út eitt nýtt umsóknarblað og senda tað til Búnaðarstovuna.

Bert ávís kunnu søkja

Bert festarar, eigarar og leigarar kunnu søkja um loyvi. Umsøkjarar skulu eisini hava vápnaprógv fyri at fáa loyvi at skjóta grágæs og brandgæs.

Búnaðarstovan heitir á umsøkjarar um at lesa leiðbeiningina um treytirnar fyri loyvinum, áðrenn søkt verður.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

Í gjár kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53