Granada í Spania hevur seinastu dagarnar verið rakt av einari røð av jarðskjálvtum. Hetta er eitt væl vitjað stað fyri turistar, eisini føroyingar.
Sterkasti skjálvtin var 5,0 stig á Richter-stigi, og nógv fólk hava fingið skaða. Samstundis hava bygningar og søgulig støð eisini fingið stóran skaða.
Jarðskjálvtarnir byrjaðu 14. august, tá ið nógvir minni skjálvtar vórðu skrásettir í Granada.
Tíðliga morgunin eftir kom ein skjálvti, sum varð máldur til umleið 5,0 stig nær Alhendín, sunnan fyri Granada.
Skjálvtin merktist víða um í økinum, og elvdi millum annað til, at byggitilfar datt niður, bygningar og bilar fingu skaða. Neyðtænastur fingu hundraðtals fráboðanir.
Men jørðin helt fram at skelva.
18. august vórðu tríggir skjálvtar yvir 4,0 stig skrásettir. Tann sterkasti, nærindis Gójar, var umleið 4,7-4,8 stig.
Hetta elvdi aftur til skaða á bygningar, millum annað rivur í veggjum og niðurfallandi byggitilfar. Trý fólk fingu lítlan skaða, og eitt barn varð flutt á sjúkrahús.
Alhambra
Nógvir bygningar vórðu eisini tømdir, meðan kanningar vórðu gjørdar. Partar av Alhambra, eitt søguligt slott, vórðu stongdir og tømdir sum trygdartiltak, og avmarkingar vórðu settar í verk í nógvum almennum bygningum.
Jarðskjálvtarnir hildu fram í nátt.
Beint eftir midnátt síðstu nátt, vóru í minsta lagi seks nýggir skjálvtar skrásettir í Granada-økinum. Fimm teirra kundu merkjast av íbúgvunum.
Ein av skjálvtunum í nátt kom upp á 3,4 stig nærindis Ogíjares.
Tilsamans eru nú hundraðtals jarðskjálvtar skrásettir í økinum síðani 14. august. Talið veldst tó um, hvussu smáir skjálvtar verða tiknir við í uppgerðini.
Jarðfrøðingar halda, at skjálvtarnir eru partur av somu jarðskjálvtaseriu.
Granada liggur í Betisku fjøllunum, einum av teimum jarðfrøðiliga "virknu" økjunum í Spania.
Alhambra kann nú lutvíst vitjast aftur, um ein er staddur í økinum.
Myndugleikarnir fylgja tó støðuni neyvt, og serfrøðingar siga, at fleiri skjálvtar kunnu koma. Tað ber tó ikki til at siga, nær ella um næsti skjálvtin kemur, ella hvussu stórur hann verður.