Ongi úrslit

Granskari finst at frágreiðing: Veðurlagsbroytingar skapa ikki einsamallar skógareldar

Meira enn 300.000 fólk eru flutt burtur undan skógareldum í Suðurevropa. Men veðurlagsbroytingar eru bara ein partur av frágreiðingini, sigur danskur granskari.

© Privat mynd.
Danski vegurlagsgranskarin Jens Olaf Pepke Pedersen vísir á, at skógareldar ikki eru eitt nýtt fyribrigdi í Evropa.
Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Veðurlagsbroytingar kunnu gera tað lættari hjá skógareldum at festa í og breiða seg. Men tað er skeivt at geva teimum alla skyldina.

Tað sigur Jens Olaf Pepke Pedersen, seniorgranskari á DTU, eftir at ógvisligir skógareldar hava herjað í Suðurevropa. Fleiri fólk eru deyð, og meira enn 300.000 eru flutt burtur úr vandaøkjum.

– Tað eru fyrst og fremst menniskju, sum festa í eldarnar, annaðhvørt av ósketni ella við vilja, sigur hann við B.T.

Sambært granskaranum eru 162 fólk longu handtikin í Fraklandi í sambandi við eldáseting.

Fleiri eldar vóru fyrr

Pepke Pedersen vísir á, at skógareldar ikki eru eitt nýtt fyribrigdi í Evropa.

– Áðrenn globala upphitingin gjørdist týðilig um 1980-árini, vóru fleiri stórir skógareldar við Miðjarðarhavið, sigur hann.

Serliga í Spania vóru nógvir eldar í 1970-, 1980- og 1990-árunum. Samlaða økið, sum brendi árliga, var tá størri enn higartil í ár.

Gongdin er nú, at eldarnir eru færri, men at einstakir eldar gerast størri.

Landslagið er broytt

Ein onnur týðandi orsøk er, at fólk eru flutt úr landbúnaðarøkjum. Tá bøur og skógarlendi ikki verða røkt, savnast turt tilfar, sum gevur eldinum betri gróðrarbotn.

Skógarøkið í Spania er sambært Pepke Pedersen vaksið umleið 70 prosent síðan 1960-árini.

Jørgen Bo Larsen, professari emeritus við Keypmannahavnar universitet, hevur eisini víst á, at broytingar í mentan seinastu 80 árini hava økt um vandan.

Geitir kunnu muna meira

Pepke Pedersen heldur, at staðbundin landslagsrøkt kann hava skjótari virknað enn niðurskurður í CO₂-útláti.

– Ein flokkur av geitum, sum heldur gróðrinum niðri, kann í summum økjum muna meira enn CO₂-minking, sigur hann.

Hann avvísir tó ikki, at veðurlagsbroytingar hava týdning. Boðskapurin er, at tær ikki einsamallar kunnu greiða frá skógareldunum.

Mest lisið hesa vikuna

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

49.000 fólk brustu inn í Spania

Í gjár kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

Í gjár kl. 06:00

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30