Ongi úrslit

Haraldsstova letur upp: Fimm arbeiðspláss til íverksetarar í Sandavági

Vága kommuna hevur latið upp fyri umsóknum til Íverksetarahúsið í Haraldsstovu, har fimm arbeiðspláss eru tøk.

© Vága Kommuna.
Vága kommuna hevur latið upp fyri umsóknum um innivist í Íverksetarahúsinum í Haraldsstovu í Sandavági.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Vága kommuna hevur latið upp fyri umsóknum um innivist í Íverksetarahúsinum í Haraldsstovu í Sandavági. Har eru fimm arbeiðspláss til íverksetarar og fyritøkur, sum eru á hugskots-, stovningar- ella menningarstigi.

Endamálið er at skapa eitt livandi arbeiðs- og menningarumhvørvi, har íverksetarar kunnu arbeiða, hittast, býta vitan sínámillum og fáa vegleiðing til at menna hugskot síni.

Fast arbeiðspláss kostar 1.000 krónur

Tey, sum fáa innivist, fáa fast arbeiðspláss og atgongd til internet, printara, fundarhøli, felagskøk, postadressu og aðrar felags hentleikar.

Eitt fast arbeiðspláss kostar 1.000 krónur (DKK 1.000) um mánaðin. Eisini ber til at nýta arbeiðspláss í styttri tíð. Ein dagur kostar 300 krónur (DKK 300), og eitt klippikort til tíggju dagar kostar 750 krónur (DKK 750). Lesandi kunnu nýta arbeiðsplássini ókeypis.

Opið hús leygardagin

Øll, sum hava eitt vinnuligt hugskot ella fáast við íverksetan, kunnu søkja. Umsóknirnar verða mettar við støði í endamálinum við húsinum og eftir fakligum og praktiskum viðurskiftum. Tær verða viðgjørdar leypandi.

Leygardagin verður opið hús í Haraldsstovuhandlinum í sambandi við, at kommunan hevur latið upp fyri umsóknum um innivist í íverksetarahúsinum.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53