Hopp Tórshavn: Rennihjólini koma út aftur skjótt

- Eg havi fingið rennihjólini aftur frá myndugleikunum, men nú skulu tey gjøgnumgangast og eftirkannast áðrenn tey koma útaftur, so vit vita, at tey eru í lagi og klár til brúk, sigur Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson

Sveinur Tróndarson
21. mars 2022 kl. 13:08

Hóast slakur hálvur annar mánaður er gingin síðan Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson og Hopp Tórshavn við dómi í Eystara landsrætti fingu at vita, at løgreglan ólógliga hevði lagt hald á 50 rennihjól hjá fyritøkuni, tí myndugleikarnir brádliga høvdu valt at meta tey at vera tað, sum á enskum verður kallað “pocket bikes”, sum eru ólóglig at brúka í Føroyum, so eru tey enn ikki komin útaftur á vegirnar.

Men tað eru tað fleiri orsøkir til, sigur Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson, stjóri í fyritøkuni, sum eigur rennihjólini.

Høvuðsorsøkin er, at hann hevur valt at gjøgnumganga øll rennihjólini fyri at tryggja sær, at tey eru í lagi og virka sum tey skulu.

- Tey hava staðið still so leingi nú, at eg má kanna tey. Millum annað má eg tryggja mær, at battraíini virka sum tey skulu. Tey síggja út til at løða sum tey skulu, men eg vil vera vísur í, at battarítíðin heldur sum hon skal, og tí havi eg kanna tey eitt og eitt, sigur Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson, tá Dimmalætting ringir fyri at fregnast.

Tað er ikki so øgiliga lagt síðan, at hann fekk rennihjólini aftur frá løgregluni. Dómurin varð sagdur í Eystara landsrætti 26. januar, so í grundini kundi hann havt fingið fatur á teimum alt fyri eitt. Tað var eisini tað, sum Michael Boolsen, fúti, segði við Dimmalætting, men kortini valdi Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson at bíða eitt sindur áðrenn hann fór eftir teimum.

- Ikki tær at siga, so hevur veðrið verið heilt út av lagi vánaligt í longri tíð, og tað er ikki beinleiðis nakað sum eggjar fólki til at brúka rennihjól. Men nú fer tað vónandi at batna, og tað fer eisini at ganga móti ljósari tíðum, so nú verður tað ikki so leingi áðrenn rennihjólini aftur vera tøk at koyra á, sigur Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson.

Tað var í fjør, at fyritøkan Hopp Tórshavn setti 50 el-rennihjól út til fólk at leiga. Fyritøkan var fullvís í, at rennihjólini eru lóglig í Føroyum, fyrst og fremst tí, at myndugleikarnir, Akstovan, frammanundan, í einum øðrum máli, høvdu sligið fast, at el-rennihjól ikki vera mettar at vera “pocket bikes”.

Men brádliga broytti Akstovan tulking, og stutt eftir at el-rennihjólini vóru tøk í Havnar gøtum byrjaði løgreglan at leggja hald á tey. Og tá ein stutt tíð var fráliðin vóru øll inndrigin.

Tað endaði við rættarmáli, har løgreglan fekk viðhald í Føroya rætti, men tá málið var fyri í Eystara landsrætti var niðurstøðan klár. Løgreglan hevði ikki loyvi til at leggja hald á el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn.

Les eisini: El-rennihjólini: Løgreglan konfiskeraði av órøttum
Les eisini: Dávid vann á Goliath: Løgreglan hevði ikki loyvi til at taka rennihjólini
Les eisini: Illa arbeitt av løgregluni
Les eisini: El-rennihjólini: - Løgreglan ger bara tað sum hon skal