Ongi úrslit

Hvannasund: Eigarar av tómum húsum fáa skjótt rokning frá kommununi

Hvannasunds kommuna fer frá 1. januar 2027 at krevja tænastugjald frá eigarum av tómum býlum. Gjaldið verður 7.945 krónur um árið.

© Hvannasunds Kommuna.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Hvannasunds kommuna hevur samtykt at áseta tænastugjald á tóm býli frá 1. januar 2027. Gjaldið verður 7.945 krónur um árið fyri hvørt býli og skal gjaldast fyri hús og íbúðir, har eingin er skrásettur at búgva.

Kommunan vísir á veruligar rakstrarútreiðslur

Samtyktin varð einmælt samtykt á bygdaráðsfundi 27. mai. Kommunan vísir á nýggju lógarheimildina, sum gevur kommunum møguleika at krevja gjald fyri tænastur sum vatnveiting, kloakk, ruskinnsavnan og brunatilbúgving, hóast eingin er skrásettur í býlinum.

Sambært kommununi vísir ein útrokning av rakstrarútreiðslunum fyri árini 2020 til 2024, at miðalkostnaðurin er 9.265 krónur um árið fyri hvørt býli. Kortini verður gjaldið sett til 7.945 krónur um árið, sum er hægsta loyvda gjaldið. Kommunan metir, at skipanin kann geva umleið 223.000 krónur í inntøkum í 2027.

Kunoy gekk undan

Hvannasund er ikki fyrsta kommunan, sum tekur nýggju heimildina í nýtslu. Fyrr í ár samtykti Kunoyar kommuna eina líknandi skipan. Har kemur tænastugjaldið í gildi 1. juli 2026, og eisini har verður gjaldið 7.945 krónur um árið fyri hvørt tómt býli.

Kunoyar kommuna metir, at skipanin kann geva umleið 170.000 krónur í inntøkum. Endamálið er tað sama: at tryggja, at útreiðslurnar til felags tænastur ikki einans verða goldnar av teimum, sum hava fastan bústað í kommununi.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Oddmar Færø farin

Í gjár kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

Í gjár kl. 00:02

Føroyskir skótar í Kambodja fyri at fáa altjóða limaskap

12. juni kl. 14:24

Løtumyndir - Country & Bluesfestivalurin

Í gjár kl. 17:27