Ongi úrslit

Innflutningurin úr Íslandi tók stórt lop: Vaks 278 milliónir krónur

Føroyar innfluttu vørur fyri nærum 11,8 milliardir krónur seinasta uppgerðarár. Serliga innflutningurin úr Íslandi og innflutningurin av matvørum vaks nógv.

© Hagstova Føroya.
Innflutningurin til Føroya vaks munandi frá juli 2025 til juni 2026. Tilsamans vórðu vørur innfluttar fyri knappar 11,8 milliardir krónur.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Innflutningurin til Føroya vaks munandi frá juli 2025 til juni 2026. Tilsamans vórðu vørur innfluttar fyri knappar 11,8 milliardir krónur. Tað eru góðar 1,2 milliardir krónur meira enn uppgerðarárið frammanundan, svarandi til ein vøkstur á 11,8 prosentum.

Serliga nógv vaks innflutningurin úr Íslandi. Av londunum uttan fyri ES vaks innflutningurin úr Íslandi mest – við 278 milliónum krónum.

Matvørur toga innflutningin upp

Innflutningsvirðið vaks í øllum høvuðsvørubólkum uttan í bólkinum ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni.

Innflutningurin av matvørum og livandi djórum vaks úr 2,33 milliardum upp í 2,71 milliardir krónur. Tað er ein vøkstur á 374 milliónir krónur, ella 16 prosent.

Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum vaks samstundis 49,2 prosent, úr 326,6 milliónum upp í 487,3 milliónir krónur. Sambært Hagstovu Føroya stavar vøksturin fyri tað mesta frá rapsolju.

Maskinur, skip og akfør vaksa mest í krónum

Størsti vøksturin í krónum var í bólkinum maskinur, motorar, skip og akfør. Innflutningsvirðið vaks 556 milliónir krónur, ella 22,5 prosent, og kom upp á góðar 3 milliardir krónur.

Innflutningurin úr ES vaks samstundis knappar 275 milliónir krónur, meðan innflutningurin úr øðrum evropeiskum londum vaks góðar 312 milliónir krónur.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53