John Frederiksen úttikin fyri fyrstu ferð

Nýggjur maður í 25-manshópinum til landsdystirnar í september er høgi áleyparin John Frederiksen, sum spælir í næstbestu deildini í Eysturríki við SKU Amstetten. Her er eitt sindur av upplýsingum um føroyingin, sum er føddur og uppvaksin á Bornholm

Sigurjón Einarsson
23. august 2021 kl. 13:33

Hann hevur havt eina heldur ókenda tilveru í føroyskum fótbólti við 07 Vestur og eitt stutt tíðarskeið í HB, men 25-ára gamli føroyingurin, sum er føddur og uppvaksin á Bornholm, hevur gjørt vart við seg í finskum fótbólti og nú í næstbestu deildini í Eysturríki, har hann spælir fyri SKU Amstetten. John Frederiksen er nýggjur á landsliðnum.

Tann 2,02 metrar høgi áleyparin, sum hevur føroysk foreldur og kennir seg sum føroying, spældi ungdómsfótbólt fyri FC Keypmannahavn frá 2011 til 2013, men fór aftur til Bornholm, har hann leikti fótbólt fram til 2017, tá hann flutti til føroyskan fótbólt og 07 Vestur. Har leikti hann 13 dystir og fekk seks mál. Árið eftir flutti til HB, har hann, sambært Faroesoccer, er skrásettur fyri 31 dystir fyri besta og næstbesta liðið hjá HB, men beit seg ongantíð fast á liðið, sum bleiv føroyameistari hetta árið.

Hann var síðani í fleiri 2. deildarfeløgum í Danmark og royndarvandi, og fekk sáttmála við Skovshoved IF í 2019, men árið eftir skifti hann til finskan fótbólt og MuSa Salama.

Í juli í ár skifti 25-ára gamli áleyparin til eysturríkska SKU Amstetten í næstbestu deildini, har hann hevur skorað trý mál í fimm dystum fyri nýggja felag sítt.

John Frederiksen hevur áður umboðað Føroyar í landsliðshøpi, men tað hevur verið fyri U17- og U19-landsliðið, men nú kann føroyski bornholmarin síggja fram til at fáa sítt ynski uppfylt: At umboða føroyska A-landsliðið. Tað kemur týðiliga fram í samrøðu við TV2-Bornholm fyrr í ár, sum kann síggjast her.

Mátti taka ein steðg frá fótbólti

Fyrst í hesum árinum var John Frederiksen og royndarvandi við fleiri feløgum í Evropa. Tá hann var í Slovakia og royndarvandi við einum felag í bestu deildini har í eina viku, skal hann taka eina koronukanning, áðrenn hann skal flúgva til Danmarkar dagin eftir. Á veg til kanningina byrjar John Frederiksen at kenna seg illa, har millum annað beinið sovnar og hann fær ikki tosa. Hann heldur seg hava fingið blóðtøpp, men tá tað gongur yvir ein hálvan tíma seinni, slær hann tankan frá sær og heldur seg bara vera troyttan eftir eina harða viku við venjingum og venjingardystum.

Tá hann er komin aftur til Danmarkar, fær hann aftur eitt herðindi vikuna eftir og fer til lækna, sum sendir hann til eina skanning. Til hesa skanning síggja læknarnir okkurt í heilanum, sum kundi bent á ein svull í heilanum. Hann verður skurðviðgjørdur og má taka ein steðg frá fótbólti. Um hetta mundi hevur John Frederiksen fleiri fyrispurningar frá nógvum ymiskum feløgum, og hevur hevur eisini eitt ítøkiligt tilboð um sáttmála frá einum toppliði í serbisku deildini, men alt hetta má John Frederiksen siga frá sær, tí hann bíðar eftir svari frá skurðviðgerðini.

Nakrar vikur seinni fær hann gleðiligu boðini frá læknunum í Ríkissjúkrahúsinum, at svullurin er góðkynjaður, men nú eru tilboðini og ítøkiliga uppskotið til sáttmála við serbiska toppliðið burtur, og John Frederiksen má byrja av nýggjum. Hann fer aftur til MuSa og finskan fótbólt, men longu í juli mánað í ár eru boð eftir honum úr Eysturríki og SKU Amstetten, har hann hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið, og nú er úttikin til føroyska A-landsliðið fyri fyrstu ferð.