Heitið á einum stovni eigur at vísa, at hann er í Føroyum. Tað heldur Anna Falkenberg, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.
Tí hevur hon spurt løgmálaráðharran í Danmark, Nicolai Wammen um hann er sinnaður at broyta navnið á nýggja fonglinum, sum skal byggjast í Føroyum so at tað fær eitt navn, sum vísir, at tað er í Føroyum, Tí er danski løgmálaráðharrin sinnaður at geva føroysku deildunum hjá Danmarks Fængsler eitt annað heiti.
Tað skrivar Nicolai Wammen, løgmálaráðharri, í svari til fólkatingskvinnuna Annu Falkenberg.
Anna Falkenberg spyr, um løgmálaráðharrin vil broyta heitið Danmarks Fængsler, so tað sæst týðiligari, at fongslið er í Føroyum.
Nicolai Wammen er samdur í, at heitini á almennum stovnum í Føroyum so vítt gjørligt eiga at vísa, at stovnarnir eru í Føroyum. Hann sigur eisini, at hann hevur tikið málið upp við landsstýrið. Løgmálaráðharrin tekur eisini fegin ímóti uppskotum um eitt heitið.
Sum nú er, eitur tað Danmarks Fængler på Færøerne.
Og løgmálaráðharrin samdur í at fongslið í Føroyum skal hava eitt navn, sum vísir, at tað er í Føroyum. Hann sigur, at Føroya Politi og Føroya Rættur eru dømi um danskar stovnar í Føroyum, sum hava fingið føroysk nøvn og tað heldur hann eisini, at fongslið skal hava.
Hann sigur, at hann tekur eisini fegin ímóti uppskotum um, hvussu tað skal eita. Hann sigur eisini, at hansara embætisfólk eru í samskifti við landsstýrið um málið.
Sjálv skjýtur Anna Falkenberg uppm at tað skal eita Føroya Fongsul og hon sigur, at verður navnið ikki broytt, farið eg at taka málið uppaftur, sigur Anna Falkenberg.