Tað er hásummar, og um eina viku verður longsti dagur.
Landskappingin í Meistaradeildini er eisini í hæddini. Um vikuskiftið var 13. umfar, og um eina viku verður kappingin meiri enn hálvrunnin.
Eftir 13. umfar eru KÍ og NSÍ topplið við 29 stigum. Undan hesum umfarinum áttu KÍ og B36 einastu liðini, sum ikki høvdu tapt. Í gjárkvøldið legði B36 rygg til 3-0 tap í stevnudystinum í Runavík, og heimasigurin bar við sær, at NSÍ heldur tørn í stríðnum um fremsta plássið.
Í dag skinklaði tað fyrstu løtuna av álvara hjá KÍ, men so eydnaðist tað í góðveðrinum undir Mýruhjalla royndu gestunum úr Klaksvík at fóta sær, og tað endaði við, at KÍ vann 4-1.
Heilt merkisvert er tað, at Magnus Powell, sum á nýggjárinum í fjør tók við venjarastarvinum í Klaksvík, sum KÍ venjari framvegis ikki hevur tapt í føroysku kappingunum. Í landskappingini er úrtøkan 31 sigrar og 9 javnleikir, og í steypakappingini er úrtøkan sjey sigrar.
Fríggjakvøldið fer KÍ at spæla landskappingardyst á útivølli ímóti Víkingi, og annað mikukvøld fer KÍ aftur at spæla í Eysturoy. Tá verður talan um seinnu hálvfinaluna í kappingina um løgmanssteypið. Á heimavølli vann KÍ 4-2 ímóti NSÍ.
Hjá NSÍ er tað skot fyri bógvin, at Brandur Hendriksson Olsen ikki verður við aftur í ár. Tað kemur eisini illa við, at málverjin Kristian Joensen framvegis er skaddur, og at toppskjúttin Klæmint A. Olsen framvegis ikki er tøkur.
Hóast hesir tríggir lyklaspælararnir ikki eru tøkir, so megnar NSÍ at bjóða KÍ av í kappingini um oddasessin. Síðani NSÍ í 8. umfari tapti 2-0 á útivølli ímóti B36, hevur NSÍ vunnið fýra dystir. Kiksarin var tað, tá ið tað á Argjum fyri tveimum vikum síðani endaði við 3-2 tapi.
Í gjár vann Víkingur 3-2 á útivølli ímóti 07 Vestur, sum er niðast við sjey stigum. Tór-Ingar Akselsen er nýggjur venjari hjá 07 Vestur, og avrikið í gjár kundi bent á, at møguleiki er at vinna fleiri stig.
Víkingur hevur ikki tapt síðani 4. apríl, tá ið tað endaði við teprum 1-0 tapi í Klaksvík. Fríggjakvøldið fær Víkingur vitjan av KÍ. Støðutalvan sigur, at víkingarnir eru greitt á fjórða plássi við 21 stigum, og síðani tapið í Klaksvík hevur Víkingur vunnið fýra ferðir og fimm ferðir spælt javnt. Næstu dagarnar vera tað tveir avgerandi dystir í Sarpugerði. Umframt landskappingardystin fríggjakvøldið ímóti KÍ, so er talan um seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Tað verður annað hóskvøld, tá ið HB verður gestur í Sarpugerði. HB vann fyrru hálvfinaluna 2-1.
Hóast trivaliga 3-0 tapið í Runavík í gjárkvøldið er B36 framvegis greitt nummar trý. B36 hevur 26 stig, og sunnudagin bíðar grannauppgerð ímóti HB. Fyrsta grannauppgerðin í ár endaði 2-2. Miðverjin Heini Vatnsdal verður ikki við í grannauppgerðini, tí hann verður leikbannaður eftir reyða kortið í Runavík í gjárkvøldið.
AB lyfti seg í kvøld við 3-1 heimasigri ímóti HB fram á fimta plássið. Nú hevur AB tvær tær seinastu ferðirnar vunnið á heimavølli ímóti bæði NSÍ og HB.
HB tapið á Argjum í kvøld ber við sær, at HB er á sætta plássi. Tað eru 14 stig fram til toppin, og tað eru sjey stig aftur til niðurflytingarstrikuna. Eftir grannauppgerðina ímóti B36 og seinnu hálvfinaluna í steypakappingini í Norðragøtu eigur HB undan summarsteðginum Skála á heimavølli og 07 Vestur á útivølli.
Við 2-0 heimasigri ímóti B68 flutti EB/Streymur av níggjunda og fram á sjeynda plássið. Eftir 4-1 heimatapið ímóti KÍ er Skála aftast. Tí verður talan um lyklauppgerð í botnstríðnum, tá ið EB/Streymur leygardagin fær vitjan av Skála.
At B68 tapti við Margáir í dag ber við sær, at tað eru tvey stig frá toftamonnum og aftur til Skála og niðurflytingarpláss. Hjá B68 eru uppgávurnar undan summarsteðginum ímóti NSÍ (ú), AB (h) og Skála (ú).
KÍ | 13 | 8 | 5 | 0 | 29 | 9 | 29 |
NSÍ | 13 | 9 | 2 | 2 | 26 | 13 | 29 |
B36 | 13 | 7 | 5 | 1 | 25 | 13 | 26 |
Víkingur | 13 | 5 | 6 | 2 | 17 | 11 | 21 |
AB | 13 | 4 | 3 | 5 | 16 | 18 | 15 |
HB | 13 | 4 | 2 | 6 | 17 | 20 | 14 |
EB/Streymur | 13 | 3 | 3 | 7 | 13 | 19 | 12 |
B68 | 13 | 3 | 3 | 7 | 17 | 32 | 12 |
Skála | 13 | 2 | 4 | 7 | 12 | 19 | 10 |
07 Vestur | 13 | 2 | 1 | 10 | 8 | 26 | 7 |
umfar
Fríggjadagin 19. juni
Víkingur – KÍ: kl. 18.30
Leygardagin 20. juni
NSÍ – B68: kl. 19.00
EB/Streymur – Skála ÍF: kl. 18.30
Sunnudagin 21. juni:
07 Vestur – AB: kl. 15.00
B36 – HB: kl. 15.00