Føroyar útfluttu vørur fyri knappar 14,3 milliardir krónur frá juli 2025 til juni 2026. Tað eru 1,4 milliardir krónur meira enn undanfarna 12-mánaðarskeið. Nærum allur vøksturin stavar frá fiskavørum.
Serliga útflutningurin til Kina er vaksin nógv. Kina stendur fyri góðum 432 milliónum krónum av vøkstrinum í fiskavøruútflutninginum til asiatiska marknaðin.
Laksur og toskur draga vøksturin
Útflutningsvirðið á laksi vaks nærum 700 milliónir krónur, svarandi til 11,9 prosent. Samstundis vaks útflutta nøgdin av laksi við nærum 22.000 tonsum, ella 22 prosentum.
Toskurin hevði eisini stóran framgang. Útflutningsvirðið vaks knappar 290 milliónir krónur, ella 22,9 prosent, hóast útflutta nøgdin bert vaks 3,4 prosent.
Útflutningurin til ES vaks nærum 1,2 milliardir
Útflutningurin til ES vaks við nærum 1,2 milliardum krónum. Av hesum stóð Spania fyri 292 milliónum krónum og Frakland fyri 241 milliónum krónum.
Hinvegin minkaði útflutningurin til onnur lond í Evropa við góðum 400 milliónum krónum. Útflutningurin til Russlands minkaði einsamallur við 244 milliónum krónum.
Kina er nú eitt av sjey londum, sum hvørt keypa føroyskar fiskavørur fyri meira enn eina milliard krónur um árið. Mánaðarligi útflutningurin til Kina er vaksin úr umleið 20 milliónum krónum til nú at liggja millum 100 og 150 milliónir krónur.